Eitt djúpt lágtrýst liggur mest sum í stað eystan fyri Ísland, men viknar sum frá líður. Sunnan fyri lágtrýstið liggur ein sterkur streymur av óstøðugari kaldari luft við vetrarælum og blæsir inn yvir Føroyar. Mikudagin mennist eitt nýtt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi, sum spakuliga fer í ein landsynning og fer framvið sunnan fyri okkum fríggjanáttina. Síðani kemur aftur ein kaldur streymur av norðri og vetrarælum inn yvir Føroyar.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s, sum um kvøldið fer í ein norðan og øtlar eitt skifti í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s. Samdrigið og ælaveður av vátaslettingi ella kava, men út á dagin fækkast ælini og móti nátt klárar í. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, í nátt niður í 7 kuldastig í støðum.
Í morgin
Hann makar vindin í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Framvegis samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um náttina samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 6 kuldastig og 2 hitastig.
Hósdagin
Eitt lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, um náttina landnyrðingur og sum frá líður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og sólglottar og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina millum 7 kuldastig og 2 hitastig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 4 til 9 m/s, um náttina av útnyrðingi. Samdrigið og sólglottar og okkurt æl av kava, vátaslettingi ella regni. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og makar í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Um náttina makar hannn vindin víðari og lækkar í ein sunnan, undir 6 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl, møguliga vátaslettingur ella regn. Hitin um dagin millum 0 og 4 stig, um náttina niður í 5 kuldastig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn ella vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig.