Ein katastrofa hjá B36

B36-formaðurin er fáorðaður, nú felagið hevur mist kanska størstu stjørnuna. Men eingin ivi er um, at annars tryggir grundvøllurin undir syðra húsinum í Gundadali so smátt er farin at ridla

Í syðra partinum av Gundadali vórðu boðini um stóra leikaraskiftið týsdagin ikki møtt við somu gleði, sum tey vórðu í HB. Eitt er, at felagið við hesum missir ein av bestu leikarunum í landinum. Tað hevur felagið sum so roynt fyrr. Men tað at talan í hesum førinum er um kanska besta leikaran, sum felag-ið hevur uppalt seinastu nógvu árini, og at skiftið er til júst grannarnar úr HB, er nakað, sum tekur heilt meint.
Sum vera man, so var formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, fáorð-að-ur, tá vit fingu orðið á hann seinnapartin týsdagin.
- Sjálvandi kemur maður í mans stað, men í hesum førinum verður tað tungt.
- Sum eg skilji tað, so hevur hann fingið eitt sera gott tilboð frá HB, sum hann hevur tikið av. Og eg fái ikki sagt annað, enn at eg vísi til tíð-inda-skrivið, sum HB hevur sent út. Hvat Jákupi sjálvum viðvíkur, so er hann nokk førur fyri at svara seg, sigur formaðurin í B36.
Meira enn ein leikari
Men hóast fáu orðini, so er nokk eingin ivi um, at hann eins væl og onnur er greiður um missin, sum B36 nú hevur verið fyri.
Seinasta góða tíggju-ára skeiðið hevur B36 - við Kristian á Neystabø sum oddamanni - lagt fortíðina aftur um seg. Frá at vera fastur partur av botnstríðinum og við hvørt eisini skýrt sum elevator-lið, er felagið í dag at rokna millum tey heilt stóru í føroyskum fótbólti.
Fyri ein stóran part er hendan framgongdin tó bygd á leikarar, sum felagið hevur fingið aðra staðni frá. Tí hóast eitt miðvíst ungdómsarbeiði gjøgnum seinasta partin av áttati- og meginpartin av nítiárunum, so hevur tað í merkiliga lítlan mun eydnast felagnum at ment hesar leikarar til berandi kreftir á besta liðnum. Nógvir hava verið meira og minni fastir í hópin-um, og hava so sanniliga átt sín part í úrslitunum, sum felagið hevur vunnið, men tað eru tó fáir, sum hava ment seg upp til avgjørda landsliðsflokkin. Her hevði felagið ein slíkan, og í nógvar mátar hevur Jákup hesi átta árini, sum hann hevur leikt á besta liðnum, verið ein hin størsta fyrimyndin fyri ungdómin í felagnum. Hann hevur í so máta kanska verið ímyndin av framgongdini hjá felagnum, og tí má sigast at B36 við hesum hevur mist nógv meira enn ein góðan leikara.
Sjálvrannsakan
Stóri spurningurin í felagnum er tí ivaleyst, hvussu tað bar til, at felagið á hendan hátt spældi sær av við størsta gimsteinin í goymsluni.
Eingin fæst at siga tað fyri vist. Men sjálvur sigur leikarin, at talan ikki var um nakran super-sáttmála, sum hann nú hevur tikið av, og formaðurin í HB avvísir eisini, at felagið hevur leitað djúpt í pengapunginum.
Fíggjarliga er tað so einki dulsmál, at B36 man vera sterkasta felagið í landinum. Við at skeita at leikarahópinum, sum felagið hevði eitt nú í fjør, er eisini skjótt at staðfesta, at hesin í pengum man hava verið so nógv tann dýrasti í landinum, men kortini kemur felagið at kalla á hvørjum ári út við yvirskoti um ta hálvu milliónina.
Tí tykist svarið vera, at felagið í ov stóran mun hevur dúvað upp á loyali-tetin hjá teimum leikarum, sum eru uppaldir í felagnum, meðan stóru peningaupphæddirnar hinvegin eru nýttar at draga leikarar aðra staðni frá til felagið. At leikarar tosa sínamillum um samsýningina, sum teir fáa, er nokk eingin loyna, og tí kann tað ivaleyst skapa misnøgd, um leikarar lutfalsliga fáa væl minni enn tað, sum teir halda seg standa fyri. Ikki so nógv av fíggjarligum ávum, tí tað munnu hóast alt vera fáir leikarar, sum gerast ríkir av at spæla fótbólt í Føroyum, men einamest tí leikarar við hesum koma at kenna á sær, at teir verða ov lítið virdir av felagnum. Sínum egna felagið væl at merkja.
Hvussu er og ikki, so hevur alt B36 við skiftinum hjá Jákupi á Borg fingið ein rættiligan frammaná, og einki er at ivast í, at hetta er eitt evni, sum kemur at fylla heilt nógv, tá felagi um fáar vikur skal halda árliga aðalfundin. Ein aðalfundur, sum uttan iva enn einaferð kemur at vísa eitt stórt yvirskot í pengum, men sum lættliga kann vísa eitt eins stórt undirskot í teimum virðum, sum ikki kunnu gerast upp á bankabókini.