Ein kempa er farin

Herborg Maria Joensen – fødd 26. mai 1949, deyð 26.september 2024

Frá tí løtu vit koma í verðina, er einki vissari enn tað, at vit einaferð skulu hiðani aftur. Kortini kemur tað líka óvart á okkum, hvørja ferð vit missa onkran av teimum, ið hevur staðið okkum nær og verið partur av okkara lívi.

 

Soleiðis eisini við míni góðu vinkonu, Herborg Joensen, sum eg kom at kenna á ungum árum. Góða Herborg, eg kenni ongan sum teg, tí tú vart altíð fremst og klár at hjálpa, og hvar tú so vart, tókst tú eina hond. Í veruleikanum vart tú ótroyttilig, tá ið tað snúði seg um at gera nakað fyri onnur.

 

Tú fekst eina so vakra jarðarferð, og ikki minst var løtan áðrenn rørandi, tá ið vit frá orglinum hoyrdu teir vøkru tónarnar, sum vit í Kyndli bæði kenna og duga. ‟Sól til viðar rann og dagur úti er” vakti stórar kenslur í barmi hesa løtuna, og tað kendist gott at merkja ta sterku felagskensluna og at fleiri murraðu við. Tað var so gott.

 

_ _ _

 

Títt barnaheim var á Regni á Toftum, og tit vóru ein stórur systkinaflokkur, har tú vart nummar fimm í røðini av tíggju. Mamma tín var Andrea, sum var ættað úr Svínoy, og pápi tín var Johan Olsen av Toftum, vanliga nevndur Hanni. Tú giftist við Poul Åge Joensen av Hvítanesi, og saman fingu tit dóttrina Menu.

 

Vit báðar komu at kennast fyri nógvum árum síðani, tá ið tú júst vart komin til Havnar og byrjaði at venja hondbólt í Kyndli. Eisini har gjørdist tú ein av berandi kreftunum og gekst undan – bæði sum spælari, venjari, nevndarlimur og forkvinna. Tín partur lá ongantíð eftir.

 

Mong minni renna fram fyri meg, nú hesar reglur verða skrivaðar, og serliga frá hesi fyrstu tíðini í hondbóltinum. Ta einu ferðina í 70-unum, tá ið vit vóru inni á Strondum og spældu dyst. Vit spældu úti, og tú kendi ikki so nógv til hondbóltsreglurnar, tí tit høvdu ikki hondbólt á Toftum. Natti var venjari, og tá ið hann ta einu ferðina rópti á teg og bað teg fara inn á strikuna, hugdi tú upp á meg sum eitt stórt spurnartekin og spurdi: ‟Annsy, hvar er strikan?”

 

Tað var nokk einastu ferð, tú vart inni á strikuni, tí tú gjørdist ein av okkara bestu bakspælarum og langskjúttum. Tú komst beinanvegin á besta liðið, hóast tú ongantíð hevði spælt hondbólt, áðrenn tú komst til Kyndil.

 

Tíðin í hondbóltinum var ein ógloymandi tíð, har vit spældu saman í nógv ár, men eisini komu at sita í nevnd saman í mong ár. Vit hava fylgst øll árini, og eg kann ikki bera tær annað eftirmæli, enn at tú vart ein góð og trúgv vinkona.

 

_ _ _

 

Raskari kvinnu skuldi leitast leingi eftir, og tað kom ikki fyri, at tú satst við tómum hondum, tí tú vart altíð í gongd við okkurt. Tal er ikki á øllum teimum troyggjum, tú hevur bundið, men tær eru ikki so fáar. Stokkarnar hevði tú altíð við tær, eisini til arbeiðis, og tað lýsir teg so væl, at tú altíð vart í sving og dugdi illa at sita still og einki gera.

 

Eg minnist, at tú fortaldi, hvussu tú sum blaðung fórt til Grønlands at arbeiða á Ravnsoynni, sum var tað tað mest natúrliga fyri teg. Tú treivst best mitt í arbeiði, og tað kundi ikki gerast ov rokaligt fyri teg. Sum fleiri aðrar bygdagentur byrjaði títt arbeiðslív í Havn á Sjómansheiminum, og restin er søga, tí tú vart verandi í Havnini.

 

Í mong ár arbeiddi tú á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, til tú gjørdi av at læra til oldfrúu. Eftir tað vart tú leiðari á vaskarínum og legði ikki frá tær fyrr enn sum 72 ára gomul, væl eftir vanligan pensjónsaldur. Har kom títt stóra hjarta og tín rúmligheit eisini til sjóndar, tá ið tú fyri tveimum árum síðani vart heiðrað við ársins sálarheilsuvirðisløn, tí tú sum leiðari á tínum arbeiðsplássi hevði gingið á odda, tá ið tað kom til rúmliga arbeiðsmarknaðin.

 

Heiðurin varð grundgivin við, at tú vart professionel, menniskjalig og dugdi sera væl at fáa tað besta burtur úr tí einstaka. Samstundis sum tú vart rúmlig, dugdi tú væl at seta neyðugu krøvini til arbeiðsfólkið og at tillaga arbeiðsuppgávurnar, so øll skuldu føla seg væl og vera nøgd við sítt arbeiði og arbeiðsinnsats.

 

_ _ _

 

Fyri trimum árum síðani segði tú, at tú hevði onkrar trupulleikar við maganum, men at tað helst fór at ganga í seg sjálvan. Tú gramdi teg ikki, tí tað lá slett ikki til tín at gera tað. Tá eg so kom á niður sjúklingahotellið í januar í 2022, hvakk eg við, tá ið eg sá teg sita har. Eg mátti spyrja, hvat ólukkan tú gjørdi har. ‟Eg havi fingið krabba, so nú er túrurin komin til mín,” segði tú.

 

Nú ert tú so farin, og saknurin fer at vera stórur eftir teg. Mena og tú høvdu eitt heilt serligt forhold, og ommubørnini René og Sandru gekst tú nógv uppí, og nú langommudótturin Shira eisini var komin, vart tú púra vekk í henni og hon í tær. Hjá teimum og teirra og hjá øllum tínum verður saknurin stórur, nú tú ikki ert her meira.

 

Ja, vit eru mong, ið koma at sakna teg, tí tú vart eitt av hesum deiligu menniskjunum, ið dugdi at vera til staðar og at vera nakað fyri tíni medmenniskju. Hvíl í friði, mín góða vinkona, og takk fyri alt tað, sum vit hava havt saman hesi mongu árini.

 

 

 

Annsy