Við sær til Russlands hevði kinesiski forsetin, Xi Jinping, eitt uppskot í 12 punktum um vápnahvíld og frið í Ukraina, men rættiliga ivasamt er, um uppskotið ber á mál.

Kjarnorkubardagi má ongantíð gerast veruleiki

- Tað kann ikki gerast nakar vinnari í einum kjarnorkubardaga, og hetta má ongantíð henda, siga Vladimir Putin og Xi Jinping.

Við sær til Russlands hevði kinesiski forsetin, Xi Jinping, eitt uppskot í 12 punktum um vápnahvíld og frið í Ukraina, men rættiliga ivasamt er, um uppskotið ber á mál.

Undir vitjanini hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping, í Russlandi, hava forsetarnir í báðum londunum skrivað undir eina felags útsøgn.

 

Sambært tíðindastovuni AFP eru Xi Jinping og Vladimir Putin samdir um, at ein kjarnorkubardagi ongantíð má gerast veruleiki.

 

- Tað kann ikki gerast nakar vinnari í einum kjarnorkubardaga, og hetta má ongantíð henda.

 

Hetta siga forsetarnir í útsøgnini, sum báðir sambært tiðindastovuni AFP hava undirskrivað.

 

Kinesiski forsetin kom til Russlands á vitjan fyrrapartin mánadagin, og sambært ætlanini fer hann avstað aftur mikudagin.

 

Við sær til Russlands hevði Xi Jinping eitt uppskot í 12 punktum um vápnahvíld og frið í Ukraina, men rættiliga ivasamt er, um uppskotið ber á mál.

 

Við sær til Russlands hevði kinesiski forsetin, Xi Jinping, eitt uppskot í 12 punktum um vápnahvíld og frið í Ukraina, men rættiliga ivasamt er, um uppskotið ber á mál.