Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Ábal og aðrar søgur eftir Sverrra Patursson. Bókin er givin út í røðini Snípa, sum er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunn.
Snípa - Klassikari er ein ætlan, sum hevur til endamáls at gera ungfólki og fólki annars høvi til á nútíðarmáli at ogna sær klassisku bókmentir okkara. Í skúlahøpi er henda bókin ætlað eldru flokkum fólkaskúlans og miðnámsskúlunum. Í bókini eru orðatýðingar og nógvar myndir, sum eru við til at gera bókina lættlesiliga.
Ábal og aðrar søgur er um vinarlag, kærleika, deyða, sorg og torgreinda sinni menniskjans. Í sínum algilda evnisvali siga søgur Sverra fólki tað sama í dag, sum tær søgdu, tá tær sóu dagsins ljós á fyrsta sinni.
Við hesi bókarøð er ætlanin, at almenningurin og skúlin skulu fáa skaldskap eftir høvundar, sum umboða sumt av tí besta, ið er skrivað á føroyskum.
Lydia Didriksen hevur lagað bókina at nútíðarmálinum. Tove Askham hevur myndprýtt, og Gramar hevur staðið fyri prentgerðini. Bókin er prentað á Dimmalætting og Helgi Justinussen hevur bundið hana inn. Bókin fæst í bókabúðunum og kostar 98 krónur.