Tá løgreglan í gjárkvøldið kannaði ferðsluna í Runavík, vísti tað seg, at ein tilkomin bilførari ikki hevði koyrikort og tí ikki hevði loyvi at koyra bil. Hann verður tí skuldsettur fyri at koyra bil uttan førararætt, og tað kostar 5.000 krónur í bót fyrstu ferð.
Og endurtekur tað seg, so veksur bótin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan tók ein skutara, sum varð tikin inn á politistøðini, har hann skal kannast fyri ferð, tí mistanki er um, at hann ikki er lógligur. Um skutarin verður máldur at kunna koyra ov skjótt, so fær førarin bót alt eftir, hvussu skjótt skutarin verður máldur at kunna koyra.
Og er hann ólógligur, so verður nummarplátan tikin og foreldrini hjá eigaranum kunnu síðani heinta skutaran á politistøðini. Fyri at fáa hann skrásettan aftur, so má hann til sýn á Akstovuni fyri at fáa nýggja nummarplátur og góðkenning.
Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðkanningar í Leirvík vórðu trý mál skrivað. Ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra 97 km um tíman, tveir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra millum 20 og 30 km um tíman meira enn mest loyvda ferðin var.