Ein koyrdi rúsávirkaður

Tvey sett av nummarspjøldrum ruku eisini í norðurøkinum.

Undanfarna nátt var friðarlig hjá løgregluni, og í náttarlívinum var einki at seta fingurin á.

 

Í gjár tók løgreglan ein bilførara í norðurøkinum, sum tey hildu var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.

 

Blóðroynd er tikin, og hesin verður skuldsettur fyri at koyra rúsávirkaður.

 

- Tvey sett av nummarspjøldrum vórðu eisini tikin í norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggjar.

 

Hetta visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.