Í samband við ambassadørvitjanina herfyri kom formaður Javnaðarfloksins sær í eina sera óhepna støðu.
Øll kunnu vit vera á einum máli um, at um veljarans umboð í almennum ørindum vísa óhóskandi atburð og til dømis sovna ávirkað í hesum ørindum, so er tað stak óheppið.
Formaður Javnaðarfloksins var sjálvur í Sjónvarpinum og greiddi frá um hendingina og bað alment um umbering. Tað fer einki av einum persóni, um hann biður um umbering ? tvørturímóti. Tað er ongantíð lætt at viðganga egnar feilir og biðja um umbering, men tað er alla æru vert, at Jóannes Eidesgaard ger hetta. Farið er farið, og gjørd gerð fær onga vend, so man kann akkurát tað sama leggja øll kort á borðið.
Tað er alt ov vanligt í Føroyum, at fólk ikki vilja viðganga feilir, tí tað verður sæð sum ein fallittfráboðan. Einki er meira skeivt enn tað. Tað hevði verið nógv meira hóskandi, um t.d. frákoyrdir landsstýrimenn, ið hava gjørt feilir, høvdu viðgingið hesar, men so plagar ikki at verða í Føroyum. Úrslitið er, at fólk taka støðu flokspolitiskt til annars klokkuklár mál.
Hví føroyingar hava so ilt við at viðganga feilir og biða um umbering vita vit ikki, men kanska hevur tað okkurt at gera við, at so stórur partur av fólkinum eru "feilfrí".
Málið um formann javnaðarfloksins er púra klárt. Øll ? eisini høvuðspersónurin sjálvur ? eru á einum máli um, at slíkt er stak óheppið, og ikki eigur at endurtaka seg. Javnaðarflokkurin hevur eina greiða støðu til rúsdrekka og tingarbeiði, og er tað upp til flokkin at gera, hvat flokkurin metir er hóskandi.
Hetta er eitt mál, ið eigur at vera ein læripengi hjá øllum, og Javnaðarflokkurin ger ivaleyst tað, ið gerast skal í einum slíkum máli. At farið ov harðliga fram vildi verið ein ólukku ? tí tað hevði bert stuðlað undir tað serføroyska við fyri alt í verðini ikki at viðganga egnar feilir.
Fyrrverandi danski løgmálaráðharrin og fólkatingsformaðurin Erling Olsen, ið nú er givin vegna aldur, var einaferð sum løgmálaráðharri í hørðum andróðri í donsku fjølmiðlunum og í tí politiska umhvørvinum, viðvíkjandi eitt sera óheppið úttalilsi, ið kundi tulkast sum toleransa móti hashi. Erling Olsen fór í sjónvarpið og gav øllum borgarum eina treytaleysa umbering fyri sera óumhugsnu orð hansara. Journalisturin, ið spurdi, var kvikur at spyrja, um Erling Olsen ikki við hesum misti andlit. Erling Olsen svaraði líka skjótt aftur, at tað var púra rætt, at hann misti andlit, men at tað var betur at missa andlit, enn at missa høvdið.
Óhepna støðan sum formaður javnaðarfloksins kom sær sjálvum í ber ikki til at burturforklára og verður tað heldur ikki. Tað er sterkt av honum alment at hava verið frammi og ásannað mistakið. Men virðið og tyngdin í tí, sum hann segði hóskvøldið, valdast um, hvussu hetta fer at standa mát við atburðin og verkið í framtíðini.
Sosialurin