Ein langtíðar dreymur

Maria Andersen fer í næstum at geva eina fløgu út. Talan er fyri tað mesta um andalig løg, og hon sigur, at hetta er ein langtíðardreymur, sum nú verður veruleiki

Fyri stuttum kom nýggja fløgan hjá Lenu Andersen á marknaðin, og um stutta tíð kemur ein onnur fløga út. Eftirnavnið er tað sama, men fornavnið á hesari er Maria. Tað er mamma Lenu Andersen, sum fer at geva eina fløgu við andaligum tónleiki út.
? Meginparturin verður andaligt, men onkur romantiskur sangur verður tó eisini, sigur Maria Andersen.
Hon sigur, at løg sum Bert ein dag og Dalsins hvíta lilja verða á fløguni. Hetta er sum sagt ein langtíðar dreymur hjá Mariu, sum nú verður veruleiki. Hon fer í upptøkuhølini í komandi viku.
? Eg veit ikki rættuliga, nær fløgan kemur út, men ætlanin er ikki, at tað skal ganga so long tíð, sigur Maria.
Tað er dóttirin, Lena og svigarsonurin, Niklas, sum hava eggjað Mariu til at geva hesa fløguna út.
? Tey hava staðið aftan fyri meg allatíðina hesum viðvíkj-andi, og tað verður eisini Niklas, sum fer at taka fløguna upp og orna øll tey praktisku viðurskiftini, greiðir Maria frá.
Altíð sungið
Maria Andersen hevur altíð sungið. Mamma hennara plagdi at siga, at hon var longu byrjað at syngja, meðan hon sat í barnastóli. Upp gjøgnum barndómin sang hon bæði í kóri og í smærri bólkum. Hennara familja hevur altíð havt nógv við tónleik at gera. Abbi Mariu var við til at stovna harmoniorkestrið GHM í sínari tíð. Og Maria greiðir frá, at mamma hennara er vaksin upp við, at pápin undirvísti næmingum í at spæla upp á ljóðføri í stovuni hjá teimum.
Maria sjálvi minnist eisini væl aftur á barndómsdagar sínar, tá hon plagdi at fara til ommu sína aftan á skúlatíð.
? Omma mín plagdi at syngja sangir ella søgur fyri mær, og mær dámdi tað so væl, sigur Maria Andersen við einum smíli.
Onnur útgávan
Í 1973 gav Maria út eina LP, sum kallaðist Maria. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at Maria gevur út fløgu. Á plátuni vóru tveir føroyskir sangir, og restin vóru á enskum. Hesuferð verða tó allir føroyskir. Tað er ikki ókent fyri Mariu at syngja á útgávum. Hon hevur millum annað sungið á Sangkórsfløguni eisini.
Maria greiðir frá, at nógv er klárt viðvíkjandi útgávuni, so nú skal hon bara takast upp.
? Nú er bara at vóna, at forkølilsið ella nakað annað býtt ikki kemur í vegin, sigur hon spent á málinum.
Maria fer sum sagt í upptøku-hølini í komandi viku, og so skuldi ikki gingið so øgiliga long tíð, til fløgan er á marknaðinum.