Ein langur dagur hjá sumbingum

Fyri fyrstu ferð í eini 15 ár, hava sumbingar aftur verið í Tindastakki og drigið lunda. Tað var øgiliga nógvur lundi at síggja, men kortini var veiðan ikki góð

Tað var nátt, tá ið teir fóru, og tað var myrkt, tá ið teir komu aftur.

Jú, tað var ein langur dagur, tá ið sumbingar týsdagin vóru í Tindastakki og drógu lunda.

Og ikki var fongurin av tí mesta, so gjørt upp í tímaløn mundi hetta valla loysa seg.

Men her er tað ikki tímarnar, tað snýr seg sum. At fara í bakkan eftir fugli og at røkja bjørgini er gomul føroysk bygdarmentan og hana vilja sumbingar varðveita.

Teir møttu í Pollinum, sum lendingin í Sumba eitur, klokkan hálvgum seks týsmorgunin og teir vóru ikki heima aftur fyrrenn tað gekk til midnátt, og tað var blivið myrkt.

Men Aksal Poulsen, sum var ein av teimum, sum vóru við, sigur, at líkindini vóru av tí besta, so teir fingu ein góðan dag í stakkinum.

Hesuferð fingu teir 450 pisur og tað er ikki meiri enn helvtin av tí, teir plagdu at fáa, tí fyrr kom fongurin onkuntíð upp á 1100 pisur, tá ið teir fingu mest.

Men teir høvdu eisini tvær stengur við sær, so teir fleygaðu eitt sindur inn ímillum og teir fingu einar 250 lundar.

Teir vóru 13 mans við í stakkinum so teir fingu gott 50 fuglar í part.

Annars eru tað einir 20-22 eigarar í Tindastakki. Stakkurin var býttur í gamlari tíð, soleiðis, at tey, sum ikki høvdu so nógv rættindi í fuglabjørgum, fingu part í Stakkinum ístaðin, og annars varð hann býttur eftir jørðini. Rættindini í stakkinum eru so arvað ættarlið eftir ættarlið.


Fyrstu ferð í 15 ár

Aksal Poulsen sigur, at hetta er fyrstu ferð í eini 15 ár, at sumbingar hava verið í Tindastakki.

Orsøkin til, at teir fóru aftur í stakkin í ár, var fyri at røkja hann.

? Bjargarøktin hevur sera stóran týdning, ikki minst fyri stakkarnar, tí er tað umráðandi, at fólk gongur í teir við jøvnum millumbilum og trakkar teir saman. Týsdagin, teir vóru í stakkinum, trakkaðu teir eisini saman.

?Tað verður ongin bøkkur koyrdur á sjógv, men hann verður trakkaður væl og virðiliga niður, til tað er fast undir.

? Har tað er grivið á gos, tvs, at ein torvan er so full av lundaholum, at tú sært hav til allar síðir, fara fleiri mans uppá hana og trakka hana saman, líka niður á fast aftur.

? Og so byrja lundarnir aftur at grava, um ikki fyrsta árið eftir, so annað árið eftir.

? Tað er soleiðis vorðið við lundanum, at hann grevur í holuni hvørt einasta ár. ? Og tá ið pisurnar eru floygdar, grevur hann aftur og reinsar holuna, sigur Aksal Poulsen.

Hann heldur, at ein orsøk til, at tað ikki er meiri pisa í Tindastakki er júst tí, at hann hevur verið so leysur og at nógv er skolað burtur, so at lundin nú hevur ov lítið pláss at grava.


Royndir og óroyndir

Tað var blandingur av royndum og óroyndum monnum, sum vóru við í stakkinum hesuferð.

Aldursforsetin uppi í stakkinum var 71 ára gamli Jákup Joensen, vinnulívsmaður og fyrrverandi løgtingsmaður, men annars vóru onkrir mans uppi í sekstiárinum. Hinvegin vóru eisini tríggir mans við, sum ongantíð høvdu verið áður.

Av teimum 13 monnunum, vóru níggju mans uppi í stakkinum, meðan tveir vóru á hvørjum av teimum báðum bátunum.

Aksal Poulsen sigur, at orsøkin til, at ongin hevur verið í Stakkinum so leingi, er, at lundin minkaði og tí hildu teir seg ikki til at fara í fleiri ár.

Og síðani bleiv tað bannað at draga lunda.

Men í ár fingu teir so loyvi til at fara í Tindastakk aftur at draga.


Ójavnt búgvið

Frásøgumaður okkara sigur, at hetta var í fyrra lagi, at teir fara í Tindastakk.

? Gamalt var ikki at fara fyrrenn fyrsta vikan av august var farin, ella um at vera farin. Men í ár hevur veðrið verið so gott, at menn hildu, at pisurnar vórðu tíðliga búnaðar. Tí fóru vit týsdagin, sigur hann.

Men hann sigur, at tað var ógvuliga ójavnt, sum pisurnar vóru búnar.

? Í summum reiðrum vóru pisurnar longu farnar. ? Í øðrum reiðrum vóru tær akkurát útkomnar og í øðrum reiðrum lógu eggini enn. So tað blivu nógvar pisur lagdar í aftur reiðrini.

? Tær bestu pisurnar eru tær, sum hava eitt sindur av dúni eftir á rygginum, tær verða nevndar drunnpisur.

?Tá ið tær eru floygdar, hava tær mist eitt sindur av holdinum aftur, tí tá hava tær hungrað í tveir, tríggjar dagar ímeðan tær sita uttanfyri holuna og flaksa.

Aksal Poulsen sigur, at pisurnar vóru væl fyri, tí kjósin var full av føði.

? Annars var øgiliga nógvur lundi at síggja, tí tað fleyg ein stórur ringur alla tíðina.


Ikki allastaðni

Aksal Poulsen sigur, at Tindastakkur er nógv víðførari enn ein skuldi hildið.

Tí er hann byttur sundur í einar seks, sjey partar at draga.

? Tá ið pisurnar eru drignar í einum parti, verða tær lagdar í ávís pláss og so verður farið í næsta pláss at draga.

? Hesuferð vóru vit ikki í tveimum pørtum, og í tí triðja partinum drógu teir bara tað, sum var lættast at koma at.

Høvdu teir drigið allan stakkin, høvdu teir kanska fingið einar 200 pisur afturat, heldur hann.

Aksal Poulsen sigur, at teir hava eisini fingið loyvi til at fara í Sesstakk og hagar ætla teir at fara í næstu viku, um tað viðrar.

Har hava teir verið meiri regluliga, og har er tað mesta, teir hava fingið, einar 2500 pisur. Seinastu árini hava teir ligið um 800 pisur í Sesstakki.

Í Sesstakki eru einir 15 eigarar.cute;vanligur í summar.


Dalurin opin

Komin í Skarðið liggur Gásadalur opin fyri okkum. Vit sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið verður, at teir fara als ikki at møta upp. Soleiðis varð eisini.

Tvey fólk komu aftan á okkum. Tað vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera.

Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman.

Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður.

Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir.

Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar ferðafrásagnir til eitt týskt læknablað. Hann sigur, at einir tríggir fjórðingar av blaðnum eru ferðafrásagnir, meðan restin hevur okkurt við læknavísund at gera. Fólki dámar betur at lesa um ferðing, sigur hann.

Hann hevur verið í Føroyum fyri einum sjey árum síðan, og honum dámdi so væl, at nú er hann komin aftur. Ikki hetta við at bíða tveir dagar, meðan Norrøna er í Bergen. Nei, hann vildi vitja landið. Og tað hevur hann gjørt, sigur hann. Og eisini hann fegnast um tann vælsignaða friðin, her er. Her í Gásadali. Og ikki minni í Mykinesi, har hann júst hevði verið nakrar dagar.

Og so kemur spurningurin: »Verður nøkur grind í Vágum í dag?«

Eg havi fingið spurningin fyrr og noyðist enn einaferð at greiða frá, at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um.

Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga plaga at verða dripnir 15.000. Eg ógvist og spyrji, hvaðani hann hevur hasi tølini.

-Jú, soleiðis hevur hann frætt.

Aftur gerst neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl síðan miðøldina, vísindaliga kanningar av grindini og so framvegis.

Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi.


Lundar og íbygdur steinur

Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt hevði verið hjá børnuum í ferðalagnum at sæð ein livandi lunda tætt hjá og kanska sloppið at hildið á honum.

Vit fara tveireinir niður í bakkan, og Høgni stingur hondina í eina holu. Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni.

Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina at hyggja okkum um.

Vitjað varð í skúlanum, har fólk nýttu høvið at skriva í gestabókina. Eisini varð hugt at Gráasteini, og vit fingu sagda søguna um, hvussu hann endaði sum hornasteinur í einum húsum í Gásadali.

Gráisteinur var íbygdur, sum ikki var so óvanligt í Føroyum fyrr. Maður ætlaði at byggja og vildi sprongja steinin, sum var í vegin. Hann var eisini byrjaður at bora, og farvegurin eftir tí sæst enn.

Men grannin setti seg ímóti hesi óbótagerð. Hann legði seg oman á steinin og segði, at skuldi steinurin sprongjast, skuldi hann við í luftina. Tí hann vildi nógv heldur bráðdoyggja, enn spakuliga at verða píndur til deyða av teimum heimleysu fornisku. Steinurin varð standandi.


Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av.

Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini.

Eini tvey hjartasuff eru:

Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða hegnað, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur er fyri, at fólk ganga seg útav.

Gøtan av Skarðinum oman til Gásadals eigur at verða ruddað fyri smágrót, sum annars ger túrin strævnari enn neyðugt.

Fototól eigur at vera við, og ein kikari er óføra góður at hava.

Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl.

Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur.

Atlantsflog hevur eisini túrin við í ferðaseðlapakka, um tað verður ynskt. Í pakkanum hjá Atlantsflog er matpakkin íroknaður.


Tilmelding:

Kunningarstovan

Miðvági:

Tlf. 33 34 55

Ella hjá Atlantsflog:

Tlf. 33 37 00


Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo