Ein lunda fyri mistak

Hoyr hvussu Rynkeby súkklararnir fingu »lundar« fyri at hava gjørt sær fyri skommum.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Trónd Arge greiða frá »lundunum«, sum hava verið lutaðir út.

 

Rynkeby átakið savnar inn pening til børn, sum eru rakt av krabbameini og til teirra nærmastu. Seinasta ár varð um ein millión krónur savnaðar inn.

 

Hóast talan er um eina álvarsama sak, so sleppur felagsskapurin eisini at mennast millum teir 47 súkklararnar á einum viku-langum túri.

 

Millum annað hava tey eina skemtiliga revsiskipan, har »lundar« verða latnir til einstakar súkklarar um kvøldini, skuldi onkur havt gjørt okkurt býtt undir túrinum.