Ein margháttlig ólavsøkuskrúðgonga

Ein av hátíðarligu løtunum, sum skal savna tjóðina, er skrúðgongan ólavsøku-morgun, tá ið løgtings- og landsstýrisfólk, prestar, ríkisumboðsmaður og embætisfólk ganga skrúðgongu úr tinginum oman í Dómkirkjuna og eftir gudstænastuna niðan aftur í tingið.

 

Sum siðvenjan er nú, er gongan skipað í trý røð, og fremstir ganga løgtingsformaðurin sum umboð fyri lóggevandi valdið, biskupur sum umboð fyri kirkjuliga valdið og løgmaður sum umboð fyri útinnandi valdið.

 

Skrúðgongan komandi, 29. juli 2015, verður ein sjáldsom skrúðgonga.

 

Í eini væl útgreindari kanning er staðfest, at fremsta umboðið fyri útinnandi valdið á løgtingsins røðarapalli hevur borið rangan vitnisburð fyri lóggevandi valdinum.

 

Og júst hetta, at bera rangan vitnisburð, hóvar ikki so væl saman við kirkjunnar læru.

 

Øll menniskju kunnu mistaka seg.

 

Men flest øll munnu vera samd um, at tá ið tú býður teg fram at umboða fólkið politiskt, so liggur eisini á tær ein ábyrgd at taka avleiðingar av tínum mistøkum.

 

Gert tú ikki tað, máar tú støðið undan fólkaræðinum, tí fólkið missir álitið á slíkum politikarum og kann við rætti gera ta niðurstøðu, at hann, ið ikki tekur avleiðingar, hugsar um eginvinning heldur enn um sømd og virðing.