Á hátíðarhaldi á studentaskúlanum í Hoydølum herfyri takkaði rektarin á skúlanum landsstýrismanninum í skúlamálum fyri stórfingna gávu uppá 80 milliónir krónur.
Og á fíggjarlógini fyri komandi ár, er peningur settur av at byrja uppá skúlan.
80 Milliónir! Hetta er tað, ein nýggjur studentaskúli skal eitast at kosta.
Sostatt sær út til at ætlanin er slept at umbyggja skúlan í Hoydølum eftir uppskotinum frá teimum, sum, vunnu arkitektakappingina um skúlan á sinni, og sum bæði arkitektar og verkfrøðingar hava arbeitt eina tíð uppá at projektera.
Tá ið vit vita, hvørja støðu, landsstýrismaðurin í Skúlamálum hevur havt til spurningin um studentaskúlan í Hoydølum, er tað ilt hjá okkum, ið standa sum eygleiðarar, at skilja tað, sum er farið fram, frá tí at arkitektakappingin um at útbyggja skúlan í Hoydølum varð avgjørd, til nú, sami landsstýrismaður førir seg so harðliga fram.
Tey flestu hava annars gingið og billa sær inn, at rektarin í Hoydølum longu fekk ?gávuna³, tá ið vinnarin í arkitektakappingini var funnin og settur ígongd at projektera.
Spæl við skattakrónum?
Tað ljóðar, at longu nú eru einar 2,3 milliónir brúktar at fyrireika útbyggingina í Hoydølum.
Samstundis eru eru einar fýra simm, kanska seks milliónir tveittar í gamla sanatorii, at umbyggja matstovuna har og at gera nakrar skúlastovur.
Alt hetta er helst brúkt av tí at ætlanin var at útbyggja skúlan.
Eg spyrji:
Er landsstýrismaðurin yvirhøvur greiður yvir, hvat hann vil, nú hann gongur og spælir sær í skattakrónunum? Ella eru tað onnur, ið teska honum eitthvørt í oyrað?
Hvørjir eru ráðgevararnir, sum so brádliga fingu landsstýrismannin at hálsa um. Og hvussu hava teir fingið bilt landsstýrismanninum inn, at ein nýggjur skúli kann byggjast fyri tað sama fyri meturin, sum út- og umbyggingin kostar?
Her er okkurt sum ikki ruggar rætt. Men nú val stendur fyri durum, verður tað neyvan hann, sum sleppur at viðgerða málið um eykarokningina til skúlan.
Ábyrgdini sleppur hann tó ikki undan. Og trúgva skal hann mær: Vit fara at fylgja væl við.
Tí tað skal aldrin bera til, at teir, sum projektera, politikarar, almennir ráðgevarar, og aðrir taljonglørar, óátalaðir skulu sleppa at sleingja um seg við tølum, sum púra onki hald er í, bara fyri at fáa projektið ígongd, vælvitandi, at er tað fyrst komið ígongd vendst ikki aftur, og tá ber til at koma fram við einari eykarokning fyri, og aðrari eftir- og geva øðrum, altíð øðrum, skyldina fyri at kostnaðarætlanin ikki heldur.
Tað er jú altíð skattgjaldarin, sum stendur eftir við rokningini, tá ið á stendur, meðan hesin leikur fer fram, og tey, sum veruliga hava skyldina, sníkja sær undan.
Kostar minst 130 mió
Verður nýggjur skúli bygdur eftir teimum krøvum, landsstýrismaðurin í skúlamálum førdi fram í fjølmiðlunum, kostar hann minst 130, helst 140 milliónir.
Tað eru 50-60 milliónir meir, enn landsstýrismaðurin billar sær inn, at hann kostar.
Og tað er eisini 50-60 milliónir meir enn tað kostar at byggja skúlan, sum longu stendur í Hoydølum, út og um.
Landsstýrismaðurin hevur rætt í, at ein nýggjur skúli er tann besta loysnin, tí skal skúlin í Hoydølum út- og umbyggjast, slepst ikki undan ávísum forðingum.
Men landsstýrismaðurin má eisini siga, at ein nýggjur skúli kostar eisini 50-60 milliónir meiri enn tað kostar at útbyggja og umbyggja skúlan, sum er.
Mett verður, at verður skúlin í Hoydølum út- og umbygdur, fáast einar 9.000 til 10.000 fermetrar fyri tær 80 milliónirnar tað kostar.
Hetta svarar til 8.000-9.000 krónur fyri fermeturin.
Men verður ein líka stórur skúli bygdur, kostar hann ikki undir 130-140 milliónir, og tá er hann bíligari fyri fermeturin enn skúlin í Kambsdali er.
Hóast øll vita tað, skal leggjast afturat, at bæði byggitilfar og handverkaralønir, eru uppfarnar, síðani skúlin í Kambsdali varð bygdur.
Vert er eisini at geva gætur, at um- og útbyggingin er gjørd í fimm-seks byggistig.
Sostatt kann kostnaðurin toyggjast yvir fleiri fíggjarár.
Hinvegin kann ?gávan³ frá landsstýrismanninum neyvan toyggjast yvir meiri enn trý fíggjarár, og er tí munandi tyngri fyri landskassan at bera.
Man landsstýrismaðurin hava hugsað um tá ið hann segði, at útgrevsturin kann byrja heilt skjótt, at ein liðugt skúlaprojekt longu er har ætlanin er at byggja nýggjan skúla.
Afturat tí omanfyri nevnda, heldur grundgevingin hjá landsstýrismanninum fyri at sleppa ætlanini at út- og umbyggja skúlan í Hoydølum slett ikki.
Eitt nú nevndi hann, at ætlanin var at varðveita gamla sanatorii, fløtuna frammanfyri skúlan og vánaligu funderingsviðurskiftini á staðnum.
Til hetta er at siga, at sanatoriið stendur ikki til at bjarga sum søguligt hús.
Tað er longu so ?illa farið³ av umbyggingum og broytingum upp ígjøgnum árini, at tað skulu so nógvar milliónir til at seta sanatoriið aftur í sín upprunastand at tað er beinleiðis óðamannaverk at hugsa slíkt.
Arkitektarnir, sum vunnu kappingina, høvdu longu roknað við hesum arbeiðnum, so tað er helst talt uppí tær 80 milliónirnar.
Fløtuna frammanfyri skúlan eru arkitektarnir farnir um við varnari hond, serliga táið hugsað verður um tey krøv, skúlin setir til parkering.
Annars havi eg frætt, at landsverkfrøðingurin longu hevur teknað nakað, ið minnir um uppskotið frá arkitektunum, sum vunnu kappingina.
Væntandi hevur landsstýrismaðurin, og ráðgevarar hansara, sum settu arkitektakappingina ígongd, vitað, hvussu undirlendið er, har fimleikarhøllin stendur.
So kunnu vit spyrja, hví undirlendið er størri trupulleiki í dag, enn tað var, tá ið tá ið kappingin var og líka til hátíðarhaldið á skúlanum herfyri?
Verkfrøðingarnir meta neyvan, at undirlendi er nakar serligur trupulleiki í sambandi við eina um- og útbygging.
Ella er undirlendið kannað av nýggjum í sambandi við um- og útbyggingina?
Samanumtikið kann sigast, at næmingarnir og lærararnir í Hoydølum hava betri høli harðliga fyri neyðini.
Men vil landsstýrismaðurin tryggja at ein nýggjur skúli, sum lýkur tey krøv hann sjálvur hevur nevnt , og tey krøv, myndugleikarnir seta til slíkan skúla, ikki kostar meiri enn 80 milliónir krónur, tvs, 8.000 - 9.000 krónur fermeturin?
Um hann ikki kann tað, fara tær funktiónirnar, hann ikki sær í ætlanini at útbyggja- og umbyggja skúlan at kosta 50-60 milliónir meir?
Gott hevði verið at almannakunngjørt uppskotið sum fyriliggur, ið væntandi er gjørt aftaná stóra fundin á skúlanum í desember ímillum lærarar, ráðgevarar, og annað gott fólk, so at vit, sum skulu betala, sjálvi kunnu gera ymsar sammetingar ímillum ? gávuna³ frá landsstýrinum og veruleikan.