Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsti í morgun, at ein persónur er skuldsettur í málinum. Áður er komið fram, at eingin er handtikin, og rætt er tað. Men ein persónur er skuldsettur í málinum, sigur vakthavnadi.
Tað var eftir eina fráboðan, at løgreglan fór á ein bústað í Vági týsdagin klokkan 11 og gjørdi húsarannsókn.
Løgreglan boðaði frá, at hald varð lagt á stórar nøgdir av fýrverki, sum bleiv flutt á eitt trygt stað í samstarvi við átaksleiðaran á staðnum – og at Arbeiðs- og Brunaeftirlitið eru kunnað.