- Einki ger meg skakkan longur. Tað sigur norðmaðurin, Anders Frydenlund, sum starvast hjá fyritøkuni, Vang Auto-Service AS. Hendingin, sum Anders Frydenlund sipar til, fór fram í Noregi seinnapartin fríggjadagin.
Vang Auto-Service AS fekk boð um, at ein húsbilur var endaður úti í vegbreytini, har hann var vorðin fastur. Hetta var beint niðan fyri kenda ferðamálið - Stegastein - í Aurland í Noregi.
Tað var Sogn Avis, sum var fyrst við hesum tíðindum.
Týsku hjúnini skuldu líka steðga á og hyggja eftir vakra útsýninum. Tá eldri bilførarin skuldi bakka nakrar metrar, kom húsbilurin skeivur og var nær við at fara út av vegnum, sum myndin vísir.
Anders Frydenlund var maðurin hjá Vang Auto-Service AS, sum varð settur til at loysa uppgávuna og hjálpa týsku hjúnunum, sum sjálvsagt vóru í sjokki.
Men, hesa uppgávu tók hann púrasta róliga. - Nei, mín reaktión var ikki serliga ógvuslig, tí eg havi sæð eitt sindur av hvørjum, segði Anders Frydenlund.
- Eldri hjúnini í húsbilinum søgdu ikki so nógv, men tey vóru fegin um hjálpina, tá tey sóu, hvussu hetta kundi havt endað. Tað vísti seg, at bilurin ongan skaða hevði fingið.
Anders Frydenlund vísir á, at hjúnini hildu, at teirra ferð í Noregi nú var liðug, tí nú var húsbilurin helst oyðilagdur. Men, so var ikki.
- Hjúnini sótu eina góða løtu í bilinum, áðrenn tey koyrdu avstað aftur, men tá løtan leið, hildu tey fram á sínari ferð, sigur maðurin hjá Vang Auto-Service AS, Anders Frydenlund, við norskar miðlar.