Ein rúgva av pengum

Tað er ikki so galið, at búgva langt frá arbeiðsplássinum, tá tú ert landsstýrisfólk. Til dømis fáa Johan Dahl, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Karsten Hansen 163.703,80 skattafríar krónur árliga í koyripengum

Ferðastuðulin, sum vanlig fólk fáa, fyri at koyra millum heim og arbeiðspláss kemur væl við. Býrt tú til dømis í Klaksvík og arbeiðir í Havn, fært tú 40,50 krónur endurgoldið fyri hvønn dag, tú koyrir til arbeiðis, umframt eitt tunnilsendurgjald á 8,45 krónur fyri hvønn túr. 220 verkadagar eru árliga og tað merkir, at klaksvíkingurin, sum arbeiðir í Havn fær 10,769 krónur endurgoldið í ferðastuðli árliga. Tað kemur væl við hjá teimum flestu.

Men munur er á fólki. Taka vit Bjørn Kalsø sum dømi, so býr hann niðan Horn 40 í Klaksvík. Hann fær 163.703,40 skattafríar krónur árliga, tí hann arbeiðir í Havn. Siga vit, at hann eins og fólk flest arbeiðir 220 dagar árliga, fær hann stívliga 744 krónur dagliga í kostnaðarendurgjaldi. Grannarnir hjá Bjørn Kalsø fáa hinvegin 33,95 fyri hvønn túr, teir koyra til arbeiðsplássi í Havn.

Við øðrum orðum kostar tað góðar 710 krónur meira at flyta Bjørn Kalsø úr Havn til Klaksvíkar, enn tað kostar at flyta grannar hansara. Jákup Mikkelsen, Karsten Hansen og Johan Dahl fáa sama kostnaðarendurgjald sum Bjørn Kalsø.

Jørgen Niclasen fær somuleiðis eina trivaliga upphædd endurgoldið árliga. 142.351,13 krónur fær hann at koyra úr Sørvági til Havnar. Kári P. Højgaard, sum brúkar minst líka langa tíð, um at flyta seg í sínum bili til Havnar sum Jørgen Niclasen, fær hinvegin bara 99.645,79 krónur árliga. Hetta tíð, at landsstýrisfólk, sum búgva í Vágoynni og Sandoynni fáa tað meira enn landsstýrisfólk, sum búgva í Eysturoynni.

Hinvegin fáa Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen ikki eitt oyra endurgoldið. Landsstýrisfólk, sum búgva í annaðhvørt Tórshavn, Hoyvík, á Argjum ella Hvítanesi fáa ikki eitt klovið oyra í kostnaðarendurgjaldi.