Tú mistekur hann neyvan við nakran baldruttan føroyskan rokskipara, sum hevur ligið og barst á íshavinum stóran part av sínum lívi. Hansara fasinatión er hvørki toskur ella hýsa, men hinvegin blómur og blómuprýði. Ikki sær hann bulmikil út, og hóast sín lutfalsliga unga aldur, er hárið longu gránað og fækkað í tali.
Tey, ið standa honum nær, lýsa hann sum skemtingarsaman, ómátaliga kreativan, fyrikomandi, ágrýtnan og ikki minst sermerktan.
Egin er helst besta lýsingin av 33 ára gamla dananum, Ulrik Skytte, sum hevur búleikast í Føroyum seinastu árini. Nú hevur danin gjørt av at flyta til Danmarkar, og harvið hvørvur ein býarmynd í høvuðsstaðnum seinastu árini.
Sterkt sosialt kontrol
Ulrik Skytte flutti til Føroya í 1997, og hann byrjaði alt fyri eitt at arbeiða í blómuhandlinum, Fípuni. Nú hann eftir átta ár í Føroyum hevur valt at stinga í sekkin og flyta aftur til Danmarkar, hava vit spurt hann, hvørjar positivar og negativar royndir hann hevur gjørt av føroyska samfelagnum.
? Føroyar eru eitt deiligt samfelag. Føroyingar eru bæði fryntligir og vinarligir, og her er gott samanhald. Tann eginleika, sum mær best við tykkum, er at tit geva tykkum stundir til hvønnannan og at tað ongantíð er nakar trupulleiki at koma á gátt hjá hvørjum øðrum, uttan mun um tú hevur avtalað tað frammanundan, at tú kemur á vitjan, fortelur 33 ára gamli danin.
Hann hevur kortini ikki bara rós at bera føroyingum og føroyska samfelagnum.
? Føroyingar hugsa alt ov nógv um, hvat onnur halda um teir. Tit eru ótrúliga bangin fyri at bróta burturúr heildini, men so skjótt tit fara av landinum sláa tit tykkum veruliga leys. Hetta fyribrigdi kemur óivað av, at tit kennast so væl, og harvið er sosiala kontrollið so sterkt, heldur Ulrik Skytte.
Fingið frið
Tað eru góð trý ár síðan, at Ulrik Skytte trein fram sum samkyndur fyri føroyska almenninginum í Sosialinum. Síðan hann flutti til Føroya hevur hann ongantíð dult fyri, at hann er samkyndur, og tá samkyndir føroyingar tóku seg saman í felagsskapin, Friðarboðan, í fjør, var Ulrik skjótur at gerast limur.
Tá tú bert eyga við Ulrik kann skjótt staðfestast, at talan er um eitt menniskja, sum brýtur frá fjøldini í Føroyum viðvíkjandi útsjónd og stíli. Eitt høvuðseyðkenni í føroyska samfelagnum er, at fólk, sum onkursvegna bróta frá mongdini, hava ilt við at fóta sær.
Sum samkyndur við sínum heilt egna stíli hevur Ulrik Skytte kortini ikki merkt stórvegis til hetta serføroyska fyribrigdið.
? Hatta hevur ikki verið nakar trupulleiki. Sum heild hava fólk tikið væl ímóti mær í Føroyum. Onkur fullur maður hevur onkuntíð rópt okkurt eftir mær, men tað havi eg ikki tikið so tungt. Tað stuttliga er, at eg havi ongantíð upplivað at nakar føroyingur hevur nakrantíð rópt bøssi eftir mær, men í gongugøtuni í Keypmannahavn hevur tað verið rópt eftir mær, greiðir Ulrik frá.
Giftir menn
Ulrik Skytte fortelur, at tað eru fleiri ymiskar orsøkir til, at hann hevur valt at flyta úr Føroyum. Ein orsøk eru arbeiðsumstøðurnar.
? Eg gjørdist ósamdur við leiðsluna í Fípuni um løn og, um hvussu handilin skal skipast. Fípan er eftir mínum tykki blivin ein discount handil, og tað má leiðslan gjarna satsa upp á, men so eri eg ikki rætti maðurin hjá teimum. Fyri at menna meg áhaldandi havi eg eisini tørv á fleiri skeiðum, sum eg ikki fái í Føroyum, sigur skjótt fyrrverandi býarmyndin í høvuðsstaðnum.
Ulrik dylir heldur ikki fyri, at ein av fremstu orsøkunum til, at hann flytir av landinum er, at hann hevur trupulleikar at finna sær ein unnusta í Føroyum. Hann vísir á, at hann gerst ikki yngri, og hann tískil má gera skjótt av á tí økinum, sum hann málber seg.
? Trupulleikin í Føroyum er, at vit eru so fáir, sum vilja standa við, at vit eru samkyndir. Tað er ein rúgva av sam- og tvíkyndum monnum í Føroyum, men stóri trupulleikin er, at teir eru giftir. Nógvir teirra hava sett seg í samband við meg bæði persónliga, umframt gjøgnum telefon og alnótina, og gjøgnum tíðina havi eg lagt oyra til nógv, sum ikki tolir dagsins ljós. Giftu menninir tora ikki at standa fram, tí samfelagið er so lítið, og at teir eru bangnir fyri, at konan og familjan finnur út av tí. Eg havi eisini fleiri ferðir fingið at vita, at eg eri eitt ov kent andlit til, at teir vilja hava samband við meg, greiðir Ulrik Skytte frá.
Danin sigur seg vænta, at tolsemi mótvegis samkyndum fer at økjast komandi árini, tí eitt nýtt ættarlið er ávegis, sum ikki hevur somu fordómar mótvegis samkyndum sum undanfarin ættarlið.
? Bara ta tíðina, eg havi verið her, er ótrúliga nógv hent á tí økinum. Føroyingar eru blivnir meira opnir mótvegis samkyndum, og tey ungu veksa upp við tí hugburðinum, at tað er ikki nøkur synd at vera samkyndur í Føroyum longur, og hetta fer óivað at hava við sær, at fleiri samkynd fara at traðka fram í framtíðini, væntar Ulrik Skytte.