Ein rørdur Kevin Costner segði farvæl

Tað var ein ógvuliga rørandi løta, tá ið Kevin Costner í dag segði farvæl við Whitney Houston. Tey bæði spældu saman í The Bodyguard, sum avgjørt er ein av størstu kærleiksfilmunum nakrantíð.

 

Kevin Costner helt eina langa, persónliga røðu, har hann greiddi frá hansara samstarvi við Whitney Houston. Tað var í dag í New Hop Baptist kirkjuni í Newark, at Whitney Houson fór til jarðar.

 

Kevin Costner greiddi eitt nú frá hvussu ótrygg Whitney Houston var, tá ið hon skuldi prógvað sítt virði áðrenn upptøkurnar av The Bodyguard byrjaðu.

 

- Whitney, tú vart ikki einans góð nokk. Tú vart framúrskarandi. Tú vart tann einasta, sum kundi spæla Rachel í The Bodyguard. Tú vart ikki einans vøkur, tú vart so vøkur, sum nøkur kvinna kann vera. Nú ert tú burturi, ljóðaði tað frá Kevin

Costner.

 

Hann endaði røðu sína við at siga soleiðis:

 

- Avstað við tær Whitney. Saman við einum heri av einglum fert tú upp til tín Gud. Tá tú syngur fyri honum skalt tú ikki vera bangin. Tí tú ert góð nokk.

 

Nógv kend andlit vóru at síggja í kirkjuni í dag, tá ið Whitney Houston fór til jarðar. Eisini eks maðurin Bobby Brown var í kirkjuni.