Vinnulív
Tá ið sáttmálin millum Føroyar og Ísland kemur í gildi til várs, verður virksemið hjá Kaupthing í Føroyum umskipað, soleiðis at felagið verður ein deild hjá Kaupthing Bank hf. í Íslandi. Sum er, er Kauphting í Føroyum eitt dóttirfelag hjá íslendska bankanum og virkar felagið í fyrsta lagi sum eitt virðisbrævameklarafelag.
- Nú sáttmálin millum londini kemur í gildi, fær deildin eitt bankaloyvi í Føroyum, sum í fyrsta lagi hevur við sær, at viðskiftafólk fáa eina uppaftur betri tænastu frá einum av teimum stóru evropeisku bankunum, sum Kaupthing Bank nú er vorðin.
Petur Holm, stjóri, sigur, at íslendski bankin við eini eginogn upp á 18 miljardir danskar krónur verður nógv tann størsti bankin á føroyska marknaðinum.
- Soleiðis verður bankin eisini førur fyri at loysa uppgávur, ið føroysku peningastovnarnir higartil ikki hava megnað, leggur hann aftrat.
Kaupthing hevur virkað á føroyska marknaðinum seinastu 5 árini. Byrjað varð við ráðgeving í samband við íløgur í virðisbrøv, síðan legðist Corporate Finance og vinnulívsfíggingin til, og í dag metir Petur Holm, stjóri, at felagið hevur eini 15% av føroysku vinnulívsfíggingini.
Á deildini í Føroyum starvast frá 1. januar 2006 at rokna 14 fólk.
Vit fara at venda aftur til Kaupthing í komandi blaði.