Ein søga um børn og slakt

Hesar seinastu vikurnar hevur myndamaðurin, Olav Schneider víst fram nakrar av fotomyndum sínum í Ribarhúsi. Framsýningin lat aftur í gjár, og nú verður so gjørt klárt til nýggja framsýning.

xFuglafjørður: Tað er eitt rættiliga forvitnisligt myndevni, sum myndamaðurin, Olav Schneider úr Kaldbak hevði valt sær til hesa framsýningina í býnum.
Hann kallaði framsýningina "Heystsuita" og var hetta ein søga um børnini og ein søga um slaktið í 21. øld.
Á framsýningini vóru ein hópur av myndum, sum vístu, hvussu barnaeygu uppliva alt tað, sum hevur við slakt at gera.
Myndirnar vísa alt tað, sum fer fram í sambandi við slaktið. Men tær vísa eisini, hvussu børnini luttaka í hesum arbeiðinum, og hvussu tey hava tað saman við teimum vaksnu.
Hesar myndirnar hevur Olav tikið á ymsum gørðum í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi yvir eitt trý ára langt skeið - frá 2001 til 2004. Tær flestu myndirnar eru kortini tiknar á Bøgarði í heimbygdini Kaldbak.
Hetta er tó ikki bert ein fotoframsýning, tí við myndirnar hevur konan, Sonja Schneider gjørt sínar hugsanir um tær í yrkingum.
Ein forvitnislig framsýning, sum mong hava sæð. Og sum mong hava gleðst um.