Ein savnað andstøða ynskti at styrkja føroysku støðuna

Eftir 1. viðgerð og hoyringar og politiska viðgerð í løgtingsins fíggjarnevnd var í gjárkvøldið full semja um at taka undir við ríkislógartilmælinum, um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um fíggjarligt støðufesti, nú eitt fíggjarligt trygdarnet skuldi leggjast undir bankar og sparikassar stendur í tíðindaskrivi frá teimum trimum andstøðuflokkunu á tingi. Teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skriva víðari í tíðidaskrivinnum:

?Umframt semjuna løgdu andstøðutingfólkini í fíggjarnevndini sínar egnu viðmerkingar fram í álitinum, og hartil settu tey fram eitt broytingaruppskot, sum hevði til endamáls at styrkja um støðuna hjá føroysku peningastovnunum og fyri at gera føroysku samráðingarstøðuna munadyggari, táið Føroya Landsstýrið fer í samráðing við danskar myndugleikar um endaligar ásetingar av ábyrgdar- og fíggjarliga býtinum, soleiðis sum tað er fráboðað í teldupostsamskifti millum partarnar í gjár. Nevnda broytingaruppskot var tíanverri felt, táið einans andstøðan á Løgtingi atkvøddu fyri tí. Serparturin og broytingaruppskotið hjá minnilutanum í álitinum er annars soljóðandi:

Ein minniluti (Tórbjørn Jacobsen, Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen) hevur herumframt hesar viðmerkingar:

Føroyska fíggjarkervið og føroysku peningastovnarnir eru partur av altjóða fíggjarmarknaðinum, har eitt skriðulop í løtuni tekur annað við sær.

Altjóða fíggjarmarknaðurin liggur nú víðopin, og øllum stendur greitt, at hann er bygdur á jagstranina eftir skjótum vinningi uttan verulig virði ella virðisskapan aftanfyri, alsamt økjandi kapitalflutning og lán millum fíggjarstovnar og fyritøkur, sum bara liva so leingi vaksandi lánsmylnan melur skjótari fyri hvønn dag. Ongin ivast í dag heldur í, at talan als ikki hevur verið um fólkaræðisligt eftirlit ella krøv til gjøgnumskygni og ábyrgd í hesi skipan, sum sjálvt ikki størstu leikararnir hava skilt samanhangirnar í.

Tá ið fyrstu stóru propparnir vórðu settir í partar av hesi samanvavdu rørskipan, við fallinum hjá amerikonsku íbúðarfíggingarstovnunum, steðgaði renslið upp í allari skipanini.

Altjóða fíggjarmarknaðurin, sum í fyrsta lagi støðugt hevur sett alt fólkaræði og politiskar skipanir í skák, setur nú eisini alt tað politiska valdið í heiminum í mát: Tað, ið var altjóða mál og privat ogn, tá vinningurin skuldi vinnast, gerst nú aftur ábyrgd einstakra tjóða og alment mál, tá rokningin skal gjaldast og uppruddingin fara fram.

Tískil eru nú stjórnir og ting í flestu londum hvør í sínum lagi farin at bjarga sínum fíggjarstovnum og kapitalmarknaðinum við politiskum ?hjálparpakkum?. Og tey lond, ið ikki spenna trygdarnet undir sínar fíggjarstovnar við almennum peningi, eru í vanda fyri at gerast næsta skriðan, ið leypur, tí kapitalurin søkir enn har, sum hann heldur seg fáa mest burturúr, og har vandin er minstur fyri at missa.

Eisini tey lond og teir peningastovnar, ið annars hava havt ein rímiliga sunnan fíggjarpolitikk, og ikki hava gingið á odda í spekulasjónsátøkum, verða tvungin at geva trygdarváttanir, ið kunnu tálma óttanum, sum í løtuni stýrir atgerðum kapitalánaranna. Hvør tjóð er nú farin í kapping um at tryggja áhugamálini innan sítt politiska búskapar- og ábyrgdarøki.

Føroyski búskapurin og føroysku fíggjarstovnarnir hava ikki verið fremstir í teimum leikum, sum hava elvt til altjóða fíggjarkreppuna. Í hesum føri kann helst staðfestast, at tað hevur verið ein fyrimunur, at føroyska bankakervið hevur verið rikið lutfalsliga varisliga eftir bankakreppuna í 1992, og at útrásirnar á aðrar marknaðir hava ikki vundið uppá seg fyrrenn seinastu fáu árini.

Men eisini føroysku peningastovnarnir eru í vanda fyri at verða raktir av álitiskreppuni.

Danmark og danskir myndugleikar hava saman við donsku fíggjarstovnunum gjørt eina loysn, ið kann skapa álit á danska fíggjarkervið, og hava valt eina víðkaða innskjótaratrygd, har peningastovnarnir lutfalsliga eftir eginpeningi seta peningaupphæddir í, og geva veðhald til ein tilbúgvingargrunn. Upphæddin er sett til 2% av donsku bruttotjóðarúrtøkuni ? 35 mia. kr. ? og bankarnir hefta samsvarandi sínum eginpeningi. Danski staturin veitir síðani statsveðhald fyri alt, sum er omanfyri hesar 35 milliardirnar.

Samstundis verða víðfevndar heimildar latnar danska Fíggjareftirlitinum umvegis lógarsettu skipanina at taka yvir stýring av bankum, sølum, samanlegging o.a.

Hóast føroyski búskapurin er ein atskildur búskapur frá tí danska, og vit hava føroyskar peningastovnar, ið ikki hava sett seg í somu vandar, sum danskir bankar, er fíggjarmarknaðurin formliga danskt málsøki.

Tískil er onki veruligt val hjá føroysku peningastovnunum, annað enn at knýta seg upp í loysnina hjá donsku myndugleikunum ? so ella so.

Vit kunnu sostatt staðfesta, at søgan endurtekur seg: Bankakreppan í Føroyum í 1992  og 1993 prógvaði, at onki trygdarnet ella nøkur felags loysn varð spent undir føroyskar bankar tá.

Ístaðin var við politiskum trýsti og vantandi kunning umvegis danska fíggjareftirlitið ásett, at føroyski skattgjaldarin og føroyska samfelagið skuldi bjarga ? ikki bara føroyskum smáinnskjótarum, men eisini allar aðrar innskjótarar og bjarga donskum peningastovni í Føroyum. Tá var ongin felags loysn millum danskar og føroyskar peningastovnar.

Nú eru føroyskir peningastovnar so noyddir at taka lut í eini skipan, har teir gjalda til eina felags loysn, ið fyrst og fremst er gjørd til at tryggja danska fíggjarkervið.

Føroysku peningastovnarnir kunnu í ringasta føri gjalda upp til tilsamans 460 mió. kr., hóast teir ikki sjálvir fáa tørv á at nýta skipanina í lógaruppskotinum. Hesar 460 mió. krónurnar eru meira enn tvífalt 2% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

Og talan er um eina loysn, ið fyrst og fremst leggur rokningina til vanliga borgaran og vanliga kundan í peningastovnunum, sum skulu gjalda við hægri rentu.

Enn einaferð eru tað tey, ið ikki hava tikið lut í ella fingið vinning av spekulasjón og virðisflutningi, ið skulu gjalda fyri, at tey, ið hava fingið vinning verða bjargað ? og kunnu aftur fáa vinning, tá fíggjarmarknaðurin aftur fer at mala.

Tað er átaluvert, at føroyskir myndugleikar ikki hava tikið virknan lut í samráðingum um og hava viðgjørt hesa loysn út frá føroyskum áhugamálum og til tess at tryggja áhugamálini hjá føroyska samfelagnum sum heild.

Meðan danski fíggjarmarknaðurin saman við stjórn og øllum politiskum flokkum hava viðgjørt og eru samd um eina loysn, ið uttan iva verður mett skilabest fyri danska samfelagið, er als onki atlit tikið til føroyska búskapin og til føroyska fíggjarkervið.

Minnilutin staðfestir, at tað er onki val, og alneyðugt, at tingið tekur undir við at Føroyar knýta seg í framløgdu skipanina so ella so.

Men hetta átti at verið ein skipan, har Føroyar eru nevndar sum ein partur í skipanini. At hetta verður viðgjørt sum ein avtala millum Føroyar og Danmark

T.e. at Føroyar og føroysku peningastovnarnir knýta seg í skipanina og taka lut eftir egnum fortreytum. Tí verður skotið upp:

At lógaruppskotið greitt ásetur, at talan er um eina skipan fyri Danmark og Føroyar

at lutur føroysku peningastovnanna til trygdargrunnin verður ásettur í mun til føroysku bruttotjóðarúrtøkuna (2%).

at føroyskir myndugleikar hava umboð í teirri nevnd, ið skal standa fyri trygdarskipanini og fær heimild at seta peningstovnum krøv.

at ásett verður, at samráðingar verða millum donsku og føroysku stjórnina um, hvussu farið verður fram við skyldum og møguligum afturgjøldum.?

Tí setur minnilutin fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í grein 1 verður sett sum nýtt stk.2:

?Stk. 2. Indenfor rammerne af den i stk. 1 nævnte garantiordning forhandler Danmarks regering og Færøernes landsstyre om en aftale der skal sikre:

færøske medlemmer i bestyrelsen for afviklingsselskabet.

at de færøske pengeinstitutters andel i indbetaling og garantier sættes i relation til det færøske bruttonationalprodukt.

at færøske myndigheder får fuld indblik og orientering om lovens anvendelse på samme niveau som den danske regering.

det færøske hjemmestyres retsstilling, hvor den danske stat er nævnt i loven.

at i de tilfælde, hvor Afviklingsselskabet behandler sager vedrørende færøske pengeinstitutter, skal færøske myndigheder indrages i behandlingen på samme niveau som danske myndigheder.?  

Á Løgtingi, 10. oktober 2008

Sjálvstýrisflokkurin Miðflokkurin Tjóðveldi