Ein Skála móti Skála

Bjargingarroyndin, sum TB flotaði fyri viku síðani, tykist eydnast væl, meðan søgan um laka endaspurtin tykist endurtaka seg hjá Skála

Fótbóltur

Tað gongur skjótt fyri seg í fótbólti. Fyri bara átta døgum síðani mundu nógvir fótbóltsfjepparar kring landið vera sannførdir um, at TB eftir bara eitt ár við Formula-fótbólti aftur skuldi vera at finna í aðru deild komandi kappingarár.
Gaman í hevði TB dystir eftir eins og hini liðini, men við fimm stigum upp til næst aftasta liðið, tóktist støðan ikki sørt vónleys.

Álop frá fyrsta bríksli
Fortreytirnar broyttust tó nakað við sigrinum á GÍ, og sunnudagin tók TB enn eitt fet á leiðini, tá teir at kalla framdu ein »Skála« móti Skála.
Við einum Skála verður sjálvandi sipað til bjargingarroyndirnar, sum Skála framdi tey bæði fyrstu árini, sum teir vóru í bestu deildini. Í báðum førum á tann hátt, at liðið við trimum sigrum í seinastu trimum dystunum akkurát fekk tunga likamspartin upp úr vatnskorpuni.
Sigurin móti GÍ varð kanska fyrst og fremst eitt úrslit av, at TB spældi nógv meira framrættað, enn teir hava gjørt fyrr í ár, og tí mundi tað vera eitt gott hugskot, um sama uppskriftin varð nýtt móti Skála.
Og tað var við hepnari hond, skuldi tað vísa seg. Longu eftir níggju minuttum gjørdist Dejan Tomic einsamallur við Eugen Voda, og so kundi framherjin, sum hevur víst seg sum góður fongur hjá TB, enn einaferð smekka í kassan.
Og hetta vísti seg eisini at vera avgerandi málið í dystinum. TB kundi sjálvandi dúva meira upp á kontraspælið, nú teir høvdu lagt seg á odda, men hinvegin merkti tað ikki, at liðið gróv seg fullkomuliga niður. Serliga fyri steðgin, tá teir høvdu vindin undan, søktu teir nógv á Skála-málið, og tó at gestirnir kanska høvdu bóltin meira eftir steðgin, so var TB framvegis vandamiklara liðið. Fleiri mál fingu teir tó ikki, men tað eina av slagnum var kortini nokk. Tí tað var einki at fara skeivur av, at fagnaðurin kring Sevmýri var stórur eftir dystin.

Farvæl til botnin
Og tað er eisini skilligt. Við sigrinum slapp TB sær av botnsessinum, sum teir hava røkt seinastu góðu tríggjar mánaðirnar, og heldur verandi støðan sær, so skal liðið í mesta lagi spæla um rættin til Formula-bólt komandi kappingarár.
Og tað kann enntá gerast enn betri. Verður talan um triða sigurin í slag, tá VB kemur á vitjan um tvær vikur, so verður sagt endaliga farvæl við botnsessin, eins og tað væl kann hugsast, at strikan millum áttanda og níggjunda plássið eisini verður niðanfyri TB.

Slitið kostar
Hjá Skála man tað hinvegin vera heldur hugtungt at staðfesta, at úrtøkan seinastu nógvu umførini ikki hevur verið tann, sum roknast kann við av einum oddaliði.
Troystin er sjálvandi, at tað hevur hon heldur ikki verið hjá kappingarneytunum í oddastríðnum, men tapið hesa ferð gjørdi í øllum førum, at tað nú er enn truplari enn áður hjá Skála at gera seg galdandi heilt frammi á talvuni.
Og við komandi truplu uppgávuni á Eiði, kann eisini væl vera, at Skála skal ansa sær fyri NSÍ, sum tykist koma við fullari ferð aftan ífrá. Tað vildi í øllum førum verið ein niðurtúrur av teimum stóru, um liðið, sum í so nógvum umførum hevur verið heilt frammi í oddinum, brádliga skal finna seg sjálvt uttan fyri heiðursmerkjarøðina. Men tað er kanska á sín hátt eisini prísurin, sum eitt langt kappingarár við nógvari slitagu á lyklaspælarar hevur við sær. Tað kundi tó eisini hent seg, at tann prísurin í enn størri mun er galdandi fyri sambiðlarnar í oddastríðnum, men tað fara tey bæði seinastu umførini at vísa.