Ein smakk uppá framtíðina

Fyri flestu næmingar er tíðin í starvsvenjing ein fínur møguleiki at royna at finna út av, hvat teirra framtíðarstarv skal ella ikki skal vera. Men ymiskt er, hvussu nógv tey ymsu arbeiðsplássini gera burturúr næmingunum, tey hava í starvsvenjing

Ragnfríð K Jacobsen,
Praktikantur
???????
Herfyri vóru næmingar í 9c. í Fuglafjarðar skúla í starvsvenjing. 11 av teimum valdu at leggja leiðina til Havnar, men tað er sera ymiskt, hvat starv næmingarnir valdu. Vit tosaðu við tríggjar av teimum, og spurdu tey, hvussu teimum dámdi í starvsvenjing.
Keddi seg ongantíð
Uppi í klædnahandlinum Teir og Tara hittu vit Hardu E. Skoradal. Harda hevur altíð havt hug at vita, hvussu tað er at arbeiða í einum klædnahandli, og tí valdi hon at fara har í starvsvenjing.
? Mær dámdi ómetaliga væl at arbeiða í einum klædnahandli, men eg vænti ikki, at hetta verður eitt starv, sum eg fari at fáast við í framtíðini, sigur Harda.
Hon keddi seg ongantíð, tí tað er alla tíðina var okkurt at gera. Um ikki nógv fólk vóru í handlinum, legði hon klæðir fram ella saman o.s.fr. Hon heldur, at fólkini eru sera blíð, bæði tey, ið arbeiða har, og kundarnir, sum keyptu frá henni.
? Tað, sum eg vónaði at fáa burtur úr við at vera her í starvsvenjing, er, at eg verði meira framlig og opin, ikki bara í arbeiðstíðini, men eisini í frítíðini. Tað kann hjálpa mær ótrúliga nógv í framtíðini, sigur Harda.
Gunvá og børnini
Gunvá J. Pállson altíð hevur dámað sera væl at vera millum børn og spæla við tey. Tí valdi Gunvá at fara í starvsvenjing í barnagarðinum á Konmansmýru, har henni dámdi sera væl.
? Eg havi altíð ynskt mær at vita, hvussu tað er at arbeiða á einum barnagarði, og eg havi tonkt nógv uppá, at fara at lesa til pedagog. Tí sá eg starvsvenj-ingina sum ein góðan møguleika at prøva arbeiða við børnum, sigur Gunvá, og leggur afturat at møguliga fóru dagarnir har at vísa, um eittt sovorðið starv fer at verða hennara framtíð.
? Eg hevði tað gott og stuttligt, og eg tímdi væl, sigur hon.
Tá eg spurdi Gunvu, um hetta er eitt starv, sum hon sær seg sjálvan gera í framtíðini, segði hon, at hon hevur ikki prøvað nakað annað starv enn, so tað má tíðin fara at vísa.
Kanska egna matstovu?
Brynhild Jacobsen valdi at fara á Hotel Hafnia í starvsvenjing, og har dámdi henni heilt væl.
? Mær dámdi sera væl starvsfólkið, tey vóru sera fitt og blíð við meg, og har var ógvuliga stuttligt at vera, sigur Brynhild. Hon fór á Hotel Hafnia fyri at vita, hvussu tað er at arbeiða á einum hotelli og fyri at vita, um hetta er eitt starv, sum hon hevur áhuga fyri.
? Hvør veit, kanska eg fari at opna mína egnu matstovu einaferð í framtíðini, sigur Brynhild við einum smíli.
Ymiskt hvat arbeiðsplássini gera burturúr
Dagfinnur Danbjørg er flokslærari hjá 9 c. í Fuglafjarðar skúla, so tað er hann, sum skal spyrja arbeiðplássini, um næmingurin kann koma har í starvsvenjing.
? Tað er ikki ringt at finna pláss til starvsvenjing. Í flestu førum fáa vit beinanvegin svar, men um næmingurin hevur eitt serligt ynski, so kann tað taka longri tíð at fáa svar, greiðir Dagfinn frá.
Týdningurin við starvsvenjing er tann, at tey ungu kunnu koma út í lívið, royna eitt arbeiði og vita, um hetta er eitt arbeiði, tey vilja gera í framtíðini. Hvat tey fáa burturúr, veldst nógv um, hvussu nógv arbeiðsplássið ger burtur úr starvsvenjingini. Summi arbeiðspláss hava ávísar uppgávur til næmingar, ið eru í starvsvenjing, og hetta er sera gott, heldur Dagfinn. Men tíverri eru tað nøkur arbeiðspláss, ið einki gera burturúr, og tá ger næmingurin beinanvegin av, at hatta er ikki eitt starv fyri hann.
? Tað kemur fyri, at arbeiðið, ið næmingurin verður settur at gera, slett einki hevur við arbeiðsplássið at gera. Ella hann bert verður sendur at gera ørindir, ið ongan týdning hava ? til dømis at gera kaffi, keypa morgunbreyð, rudda o.s.fr, so á tey arbeiðsplássini senda vit ikki næmingar aftur, sigur Dagfinn.
Vanliga fara flokslærarnir út til arbeiðsplássini, har næmingarnir eru, og hyggja, um alt gongur sum tað skal. Tað kann vera rættiliga ymiskt, hvussu tað gongst, tí tað kann jú koma fyri, at næmingurin kemur í starvsvenjing akkurát tá, ið einki er at gera. Tað er ikki sikkurt, at tað er nakað at gera júst hesar tíggju dagarnar, og tí kann næmingurin fáa ta fatan, at arbeiðið er lítið áhugavert og keðiligt, hóast tað ikki er soleiðis.
Um Dagfinn skuldi ynskt sær okkurt øðrvísi við starvsvenjingaskipanini, skuldi tað verið, at tað bleiv gjørt meira burturúr, áðrenn næmingurin ferð í starvsvenjing, so at næmingurin veit, hvat hann fer út í. Eisini átti skúlin nokk at gjørt meir við at taka samanum, tá starvsvenjingin er liðug, heldur Dagfinnur Danbjørg.