Ìløgur uttanlands
Hetta er ein nýggj leið hjá føroyskum vinnulívi. Men hetta er eitt stig, sum vit vænta okkum nógv av.
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum heldur, at tað eru nógvir møguleikar í teirri íløguni, sum Tryggingin, saman við Jákupi á Dul Jacobsen, nú hevur gjørt í amerikansku handilsketuna Linens `n Things.
Hetta er ein handilsketa, sum hevur 18.500 starvsfólk. Hon hevur einar 520 handlar í USA og í Kanada og sølan er einar 20 milliardir krónir um árið. Seinastu árini hevur ketan latið upp 40-50 nýggjar handlar um árið.
Talan er um eina handilsketu, sum er líka kend í USA, sum Skemman er í Føroyum og úrvalið av vørum er áleið tað sama, tvs innbúgv dýnur og alt møguligt annað til húsbrúks.
Tað merkir, at talan sostatt er um eina handilsketu, ið hevur eitt vøruúrval, sum Jákup á Dul Jacobsen kennir væl frammanundan frá sínum handlum í Føroyum, Íslandi, Kanada og Baltalondum.
Gunnar í Liða sigur, at handilsketan er skrásett á virðisbrævamarknaðinum.
Men tað er ongin einstakur partaeigari, sum ein stóran part av ketuni. Tvørturímóti er talan um eina ørgrynnu av smáum partaeigarum.
Og stjórin í Tryggingini sigur, at tað er júst hetta, sum er við til at gera hetta til eina áhugaverda íløgu, tí tá ið ongin einstakur meiriluta partaeigari er, skal heldur ikki so nógv til fyri at fáa ávirkan á fyritøkuna.
Eitt nýtt kapittul
Saman við Jákupi á Dul hevur Tryggingin nú keypt 10 % av partabrøvunum í Linens ´n Things og Gunnar í Liða sigur, at hetta kann væl vísa seg at vera nógv mikið til at fáa munandi ávirkan á fyritøkuna, tí í veruleikanum eru Tryggingin og Jákup á Dul Jacobsen nú hampiliga stórir partaeigarar.
Partabrøvini, sum Tryggingin og Jákup á Dul Jacobsen hava keypt, hava tey keypt fyri 700 milliónir krónur.
Tryggingin og Jákup á Dul Jakobsen keypa partabrøvini í felag. Men av tí, sum verður keypt, skal Jákup á Dul Jacobsen keypa 75% og Tryggingin 25%
Kortini er eitt loft sett á, so at parturin hjá Tryggingini skal ikki fara upp um 250 milliónir tilsamans.
Tað merkir, at verða partabrøv keypt fyri eina milliard tilsamans, skal Trygginin keypa partabrøv fyri 250 milliónir og Jákup á Dul Jacobsen fyri 750 milliónir.
Fyribils eigur Tryggingin nú sostatt 25% av 700 milliónum.
Men alt tað, sum verður keypt útyvir milliardina, skal Jákup á Dul Jacobsen keypa sjálvur.
Gunnar í Liða sigur, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskar fyritøkur gera so stórar íløgur uttanlands.
- Hetta er eitt nýtt kapittul í Føroyskari vinnulívvsøgu, har Tryggingin ger íløgur saman við einum handilsmanni, sum hevur prógvað, at hann hevur tev fyri slíkari vinnu og sum hevur, víst, at hann dugir at reka fyritøkur sum hesar.
Ein íløga upp á 250 milliónir er ein av okkara størstu íløgum og síggja vit burtur frá lánsbrøvum og hugsa bara um vinnulív, er hetta okkara størsta íløga.
Men hann heldur eisini, at talan er um eina sera spennandi íløgu, sum hevur nógvar møguleikar við sær.
Nú hevur verið frammi, at sølan hjá handilsketuni hevur ikki verið tað, sum væntandi hevur verið.
Tað er júst tú, at tað eru so nógvir møguleikar í at menna fyritøkuna. Tað er lættari at menna eina fyritøku, sum ikki hevur livað upp til tað, sum væntandi var.
Men at hon ikki hevur livað upp til tað, sum væntandi var, má undir ongum umstøðum fatast sum um at handilsketan hevur gingið illa.
Tað hevur hon ikki. Tvørturímóti gingur hon rættiliga væl og hon er rættiliga væl fyri fíggjarliga við lítlari skuld. Og tað, at hon ikki hevur livað upp til vónirnar, ger júst tað, at
partabrøvini vóru bíligari enn tey annars høvdu verið.
Hann sigur, at Trygginin er helst sterkasta fyritøkan í Føroyum, sum kann gera slíkar íløgur og tí er tað natúrligt, at Jákup á Dul Jacobsen vendir sær til okkara.
Ger Tryggingin av at selja síni partabrøv aftur, hevur Jákup á Dul Jacobsen forkeypsrætt til partabrøvini, til tað virði, sum tá fara at hava.
Størri vági og størri avkast
Gunnar í Liða sigur, at hann væntar eitt hampiligt avkast av hesum partabrøvunum. Vinnulívsgreinarar á Tryggingini hava kannað handilsketuna í minstu smálutir, áðrenn keypt var, men sjálvsagt er torført at meta um framtíðina.
Kortini kann sigast, at Tryggingin hevur gjørt, tað hon yvirhøvur kann, fyri at minka um vágan.
Verður hugsað um vinnulív, hevur Tryggingin áður sett pening í Grønlandsbankan, Havsbrún, Smyril Line, Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn.
Men tilsamans hevur Trygging einar 900 milliónir í útlendskum lánsbrøvum.
Hesi seinastu árini er Tryggingin farin meiri burturfrá at gera íløgur í lánsbrøv og hevur í størri mum gjørt íløgur í vinnulív.
Fram til 2000 hækkaðu partabrøv nógv í virði. Men í 2000 brast bløðran og virðið lækkaði aftur munandi. Síðani botnurin varð náddur, hevur Tryggingin spakiliga økt um íløgurnar í partabrøv.
Tað er størri sveiggj í virðinum á partabrøvum enn tað er í virðinum á lánsbrøvum. Sostatt er vágin størri við at gera íløgur í partabrøv, men men hinvegin er avkastið eisini størri í longdini.
Men tað ræðir sjálvsagt um at grunda íløgurnar væl. Men ikki minst ræður tað um at seta íløgurnar í partabrøv rætt saman fyri at minka sum mest um vágan.
Vit hugsa ómetaliga nógv um at spjaða vágan og tað gera vit bæði við at spjaða íløgurnar í ymsar vinnur og í ymisk lond fyri at minka um vágan mest møguligt.
Nú hava vit hoyrt nógvar ræðusøgur um útlendskar grunnar av ymsum slagi, sum hava sett pening í vinnulív, sum hevur gingið illa. Avleiðingin hevur verið at grunnar eru farnir á heysin og og sparararnir hava mist stórar upphæddir.
Tað er rætt at grunnar av ymsum slagi høvdu stórar trupulleikar av virðisbrævafallinum í 2000. Men eg meti eisini, at teir frammanundan ikki høvdu kanna vágan nóg gjølliga.
Men tað hevur Tryggingin gjørt og Gunnar í Liða sigur, at tað er heilt óhugsandi, at Tryggingin fer at koma í eina slíka støðu, tí tað ber slett ikki til, soleiðis sum hon hevur gjørt sínar íløgur í ymisk lond, í ymsar vinnur og í ymisk sløg av partabrøvum.
Tað kundi ikki fallið okkum inn at tikið nakran óneyðugan vága.
Tryggingin gott rásarrúm
Tilsamans hevur Tryggingin íløgur í vinnulív og lánsbrøv uppá 1,4 milliard og hon hevur ein eginogn upp á 1,3 milliard.
Sæð í tí ljósinum er ein íløga uppá 250 milliónir ikki so ovurhonds stórur biti.
Men tað merkir so eisini, at Trygginin hevur gott rásarrúm at gera enn fleiri íløgur og tað er nakað, tey alla tíðina kanna eftir, bæði í Føroyum og uttanlands.
Kortini eru ongar aðrar ítøkiligar ætlanir beint nú.
Men Gunnar í Liða bíðar eisini við áhuga eftir at gongd kemur á einskiljingarnar herheima.
Vit bíða við áhuga eftir, at føroyskar fyritøkur verða einskildar fyri at vita, hvussu tær verða einskildar og, hvørjar treytirnar verða.
Hann vil kortini ikki seta navn á nakrar fyritøkur, sum Tryggingin er mest áhugað í.
Spurningurin er so, hvussu ein íleggjari sum Tryggingin vildi mett, at vit fingu sum mest burturúr teimum einskiljingum, sum eru fyri framman.
Tað er ringt at siga yvir ein kamb, tí fyritøkurnar eru so ymiskar. Men tað mest týdningarmikla av øllum er, at einskiljingarnar verða framdar í gjøgnumskygni og at ein greið ætlan fyriliggur, tá ið farið verður undir einskiljingarnar.
- So kunnu vit altíð kjakast um, antin tað er betri at selja fyritøkurnar í smáum ella alt í einum. Men tað týdningarmesta er, at talan er um eina greiða ætlan fyri einskiljingunum, tí annars fara íleggjarar at halda seg langt vekk.
Annars heldur Stjórin í Tryggingini ikki, at vit eiga at stúra fyri útlendskum íløgum í Føroyum, heldur ikki tá ið talan er um tilfeingisvinnurnar.
Við útlendskum íløgum, fáa vit eisini vitan inn í Føroyskt vinnulív. Gongur tað væl, verður avkastið spjatt. Men gongur tað illa, er vágin eisini spjaddur, sigur Gunnar í Liða.