Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni

Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlandsrennuna, og er nú komin norður á 63 breiddarstig, norð ímóti Norskahavinum.

Hetta skrivar Havstovan á hav.fo.

 

Hin springarin hevur ligið støðufastur á 62 breiddarstigum, 160 fjórðingar vestan fyri Føroyar. Sendarin á hesum springaranum sløknaði tíverri fyri nøkrum døgum síðani, skrivar hav.fo.

 

##med2##