Ein svevur í brummuni

Sambært løgregluni hevur gott skil verið á ferðsluni og á skeinkistøðum í nátt.

 

Hjá løgregluni hevur hetta verið ein rímiliga friðarlig nátt. 

 

Onkur var vorðin ov fullur í býnum og dugdi sær ikki hógv millum onnur.

 

- Soleiðis hava vit ein persón á støðini í nátt, sum svevur rúsin av sær og verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

 

Løgreglan hevur vitjað nøkur skeinkistøð í nátt - eisini í Suðuroy, men her vísti alt seg at vera í lagi.

 

- Vit hava eisini verið úti í ferðsluni, har bilførarar eru steðgaðir og kannaðir fyri møguliga rúsdrekka-og narkokoyring.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hvørki á skeinkistøðum ella úti í ferðsluni eru nøkur mál skrivað í nátt.