Brasilska fótbóltsfelagið Chapecoense var umborð í flogfarinum, sum datt niður nærindis Medellin í Kolumbia í morgun.
Felagið var á veg til Medellin at spæla finalu í Copa Sudamericana, sum er altjóða kappingin fyri feløg við næst hægst tign í Suðuramerika.
- Teir hava staðið seg sera væl í ár og fólk vóru spent um hesa finaluna, sigur Alex dos Santos, sum sjálvur er brasiliumaður. Hann kennir ikki stórvegis til liðið í dag, men veit, at teir hava staðið seg væl í heimligu kappingini og sjálvandi eisini í Copa Sudamericana, har teir eru komnir í finaluna.
Felagið, sum er úr Chapeco í Santa Catarina landslutinum har suðuri í landinum, varð sett á stovn í 1973. Felagið hevur ment seg nógv seinastu árini. Í 2009 spældi liðið í fjórðbestu deildini í Brasil, men hava vunnið seg upp gjøgnum deildirnar og komu í bestu deildina í 2014. Í 2014 endaði liðið nummar 15 og í 2015 nummar 14. Í ár liggur liðið á 9. plássi.
- Felagið hevur havt eitt gott ungdómsarbeiðið og hevur ment seg væl seinastu árini, sigur Alex Dos Santos.
Eftir ætlan skuldi felagið als ikki við flogfarinum. Upprunaliga skuldi felagið við einum leiguflogfari, men avgerðin var broytt, og felagið fór við einum ferðafólkaflogfari, tveir tímar seinkað.
Orsøkin til, at teir máttu skifta flogfar, var at kolumbianskau flogmyndugleikarnir ikki vildu góðkenna leiguflogfarið. Brasilskir mynduleikar siga, at sama flogfar varð nýtt at flúgva argentinska landsliðið fyri kortum.
Tað er tíverri als ikki ókent, at ítróttarfeløg eru umborð á flogførum, sum detta niður. Her er ein listi yvir flogvanlukkur, har ítróttarfeløg hava verið umborð.
8. novembur 1948. Tjekkiska íshokkilandsliðið er umborð á einum flogfari, sum dettur niður í Fraklandi. Seks spælarar doyggja.
4. mai 1949. Fótbóltsfelagið Torino úr Italia er umborð á einum flogfari, sum dettur niður í Italia. Meginparturin av liðnum letur lív.
5. januar 1950. Íshokkiliðið VVS Moskva dettur niður í Sovjetsamveldinum. Nærum allir spælararnir lata lív.
9. desembur 1956. Spælarar frá amerikansku fótbóltsfeløgunum Saskatchewan Rough Riders og Winnipeg Blue Bombers eru umborð á einum flogfari, sum dettur niður í Kanada. Fimm spælarar lata lív.
6. februar 1958. Spælarar frá Manchester United eru umborð á einum flogfari, sum dettur niður nær München. Átta spælarar og trý starvsfólk lata lív.
16. juli 1960. Átta spælarar frá danska olympiska royndarlandsliðnum lata lív tá flogfarið dettur niður í Keypmannahavn.
29. oktobur 1960. 16 spælarar hjá California Polytechnic State University doyggja, tá eitt flogfar dettur niður í Toledo í USA.
15. februar 1961. Alt amerikanska landsliðið í kunstskoyting letur lív, tá flogfarið dettur niður í Bruxelles.
3. apríl 1961. Átta spælarar hjá kilenska fótbóltsliðnum C. D. Green Cross lata lív, tá flogfarið dettur niður í Llico í Bolivia.
26. septembur 1969. 16 spælarar hjá The Strongeset lata lív, tá flogfarið dettur niður í Viloco í Bolivia.
2. oktobur 1970. 14 leikarar og venjarin hjá Wichita State University lata lív, tá flogfarið dettur niður í Wichita.
14. novembur 1970. Meginparturin av liðnum hjá Marshall University doyði, tá flogfarið datt niður í Wayne County.
13. oktobur 1972. 11 spælarar hjá rugbyfelagnum Old Christians Club lata lív, tá flogfarið dettur niður í Chile.
29. novembur 1975. Seks toymislimir hjá rasaratoyminum Embassy Racing with Graham Hill lata lív, tá flogfarið dettur niður í Onglandi.
13. desembur 1977. Alt basketballliðið hjá University of Evansville letur lív, tá flogfarið dettur niður í Evansville.
11. august 1979. Allir spælararnir hjá FC Pakhtakor Tashkent doyggja, tá flogfarið dettur niður í Sovjetsamveldinum.
14. mars 1980. 14 amerikanskir boksarar doyggja, tá eitt pólskt flogfar dettur niður nær Warszawa.
8. desembur 1987. Allir spælararnir hjá fótbóltsfelagnum Allianza Lima úr Peru doyggja, tá flogfarið dettur niður í Lima.
7. juni 1989. Meginparturin av spælarunum hjá The Colourful 11 úr Surinam doyggja, tá eitt flogfar dettur niður í Surinam.
27. apríl 1993. Allir leikararnir á Sambiska fótbóltslandsliðnum doyggja, tá eitt flogfar dettur niður í Atlantshavið, uttan fyri Gabon.
27. januar 2001. Tveir basketballspælarar hjá Oklahoma State University lata lív, tá eitt flogfar dettur niður í Strasbourg í USA.
24. oktobur 2004. Fleiri á rasaratoyminum Hendrick Motorsporst doyggja, tá eitt flogfar dettur niður í Martinsville í USA.
30. mars 2008. Fleiri á rasaratoyminum Apex Motorsports doyggja, tá eitt flogfar dettur niður í Farnborough í Onglandi.
7. septembur 2011. Allir spælararnir á russiska íshokkiliðnum Lokomotiv Yaroslavl doyggja, tá eitt flogfar dettur niður í Yaroslavl.
17. novembur 2011. Fleiri spælarar hjá kvinnubasketballliðnum hjá Oklahoma State University doyggja, tá eitt flogfar dettur niður í Perryville, USA.