Ein tími uttan ljós í morgin

Um allan heim verða ljósini sløkt millum klokkan átta og níggju í annað kvøld. Hetta verður gjørt fyri at brúka minni streym og harvið verja umhvørvi. Í morgin, 29. Mars, er altjóða ravmagns-sparidagur. Um allan heim sløkkja einstaklingar, feløg og eisini heilar kommunur ljósi ein tíma tíma hendan dagin.

Tað er náttúruverndarfelagsskapurin, WWF, sum stendur aftanfyri átakið, har tey heita á alla verðina, at sløkkja ljósið millum klokkan átta og níggju leygarkvøldið.

Í Danmark sløkkja millum aðrar kommunurnar í Keypmannahavn, Århus og Odense øll gøtuljósini hendan tíman. Tað sama gera San Fransico, Toronto, Sydney og aðrir stórbýri.

Í Føroyum er einki alment átak, men einstaklingar hava sjálvandi høvi sjálvi at vera við í áttakinum við at sløkkja perurnar eina løtu.

Tað er ikki bara fyri samvitskuna skuld, at fólk taka undir við hesum átaki. Loysir tað seg peningaliga, so vilja fólk fegin spara streym, vísa kanningar.

Elsparuskinnarar eru serliga nógv eftirspurdir fyri tíðina. Við elsparuskinnarum sleppur ein undan óneyðugum orkubrúki frá tólum sum eru á stand-by. Í Danmark eru 600.000 elsparuskinnarar seldir síðani 2003.

Kelda: Politiken