Men hvussu við føringunum?
Tað vísti seg nevnliga, at útlendingarnir í Tórshavn Open, feb. anno 1997, fingu sømdir, sum teir ikki fáa í samband við líknandi kappingar. Men við føringunum var sum vanligt: Alt í síðstu løtu.
Tí seti eg her nakrar spurningar fram viðvíkjandi Tórshavn Open. Spurningarnar seti eg til Jákup (Bigga) Mikkelsen, formann í Talvsambandi Føroya, og Rana Nolsøe, sum av ógreiðum orsøkum kom at standa á odda fyri kappingini, saman við Jákupi Mikkelsen.
Høvuðsmálið hjá teimum var at skipa fyri eini sterkari stórmeistarakapping, helst við luttøku av FIDE-heimsmeistaranum: Anatoly Karpov. Luttøka av føroyskum telvarum var bert prioriterað sum ífyllað.
Eg fekk frænir um hetta tá ið eg í december bleiv ringdur upp av Jákupi (Bigga) Mikkelsen. Hann segði at tað var ein kapping í Íslandi áðrenn jól, og spurdi um eg var áhugaður at fara. Eg svaraði at tað kundi eg ikki, men spurdi hann um kappingina í februar, og hvussu tað bleiv vid innbjóðingini av teimum føroysku telvaranum. Jú, svaraði hann, tað bleiv avgreitt fyrsta dagin, men tú tú, helt hann barnsliga fram, tað er møguleiki fyri at Anatoly Karpov kemur!?
Føringarnir blivu ikki avgreiddir fyrsta dagin og Anatoly Karpov var heldur ikki við!
Eg prátaði við danska altjóða meistaran Carsten Høi í maj, úti í Brønshøj. Hann segði fyri mær, at hann var bjóðaður í nov. 96. Hann skuldi gjalda 2000 kr. Fyri tað fekk hann ferð aftur og fram, umframt hoteluppihald við fullari pensión. Hann legði afturat: »Det er virkeligt et godt tilbud for en spiller af min styrke«.
Føringarnir (bert summir!!) fingu mánakvøldið tann 3/2-97 eina uppringing, har Talvsambandið bjóðaði billettina, men uppihaldið skuldi man sjálvur standa fyri.
Her skal nevnast at Talvsambandið (samskipanarbólkurin, sí seinni) hevði staðið fast við ta áskoðanina, at allir føroyskir telvarar uttan John Arni Nilssen og Heini Olsen, skuldu gjalda 1000 kr fyri ferðina.
Hví skuldi ein danskur telvari fáa royalar sømdir, meðan føringarnir (bert summir!!) ikki ánaðu nakað fyrr enn í seinastu løtu?
Er tað ikki uppgávan hjá Talvsambandi Føroya at fremja føroyska telving?
Tann 7. januar 1997, fekk eg (Rógvi W. Rasmussen) eitt teldubræv frá Rana Nolsøe. Hann segði, at eg var bjóðaður við sum Føroyameistari. Eg skuldi bert gjalda 1000 kr.
Fyri tað fyrsta: Hví skuldi eg sum Føroyameistari gjalda 1000 kr og aðrir sleppa frítt?
Hví yvirhøvur halda eitt Føroyameistaraskap um Føroyameistarin verður vanvirdur av Talvsambandi Føroya?
Fyri tað annað skilti eg ikki hví ið Rani Nolsøe skuldi umboða Talvsambandið og bjóða mær við til kappingina. Hann hevur als einki við Talvsambandið at gera.
Hetta spurdi eg sjálvandi Rana um. Hann svaraði tann 22/1-97, at Talvsambandið hevði sett ein samskipanarbólk. Í honum sótu Jákup Mikkelsen, Rani Nolsøe og Suni Merkisstein (formaður í Havnar Telvingarfelag).
Eg telvi við Havnar Telvingarfelag, og ringdi tí heim til Suna Merkisstein. Hann helt tað eisini verða for galið. Eg nevndi fyri honum, at hann sat sjálvur í samskipanarbólkinum. Ja, segði hann, hann hevði lisið tað í bløðunum, men visti ikki meira. Sigast skal her, at Suni Merkisstein eisini er SKRIVARI hjá Talvsambandi Føroya. Suni segði at hetta mátti gerast nakað við.
Kappingin nærkaðist, men Jákup Mikkelsen og Rani Nolsøe stóðu fast við avgerðina hjá samskipanarbólkinum.
Sunnukvøldið 2/2-97 var eg troyttur av øllum og ringdi til Suna Merkisstein og gav honum boðini at eg tímdi ikki at telva við.
Mánakvøldið 3/2-97 ringdi Suni Merkisstein til mín. »Tú, Rógvi! Tú sleppur gratis við. Allir telvararnir sleppa gratis við. Tú hoyrir seinni um nærri boð. Eg má ringja runt til hinar (??)«.
Suni segði fyri mær at hann hevði prátað við Jákup Mikkelsen, sum lættliga hevði sagt við Suna, lat bara allar sleppa frítt
Hví sluppu teir føroysku telvararnir knappliga ókeypis við?
Um tað kundi avgerast frá sunnukvøldi 2/2-97 til mánakvøld 3/2-97 , var so avgerðin hjá Samskipanarbólkinum tað bera tross?
Hvørjar heimildir hevði Jákup Mikkelsen til at taka avgerðina sjálvur?
Eg hoyrdi aldrin nærri og var ei heldur við í kappingini.
4 føroyskir telvarar, staddir uttanlanda, vóru við í 5 th.Visa Nordic Grand Prix ella Tórshavn Open. Teir vóru John Arni Nilssen (altjóða styrkital 2305), Eyðun Nolsøe(2200), Jóhan Hendrik Andreasen (einki altjóða styrkital, danskt styrkital 2050) og Herluf Hansen (2025). (Hann hevði goldið ferðina sjálvur, tí Talvsambandið dróg tað út. Vónandi hevur hann fingið tað endurgoldið!!)
Teir ið ikki valdu at stilla upp: Heini Olsen(2300), Bogi Ziska (2265) og Rógvi W. Rasmussen (2095).
Teir sum aldrin fingu boðini um kappingina: Heini Danielsen (Danskt 2080) og Haldur Suni Johannesen (Danskt 2050).
Hví fingu hvørki Heini Danielsen ella Haldur Suni Johannesen nøkur boð?
Er tað er persónlig orsøk til at teir ikki vóru bidnir?
Eg havi nevnt teir føroysku telvararnar, staddir uttanlands við einum styrkitali yvir 2000.
Eg hoyrdi heima úr Føroyum, at telvarar, ið ikki høvdu eitt altjóða styrkital, skuldi veljast út og bjóðast við.
Hví var hetta mannagongdin?
Tá nú kappingin eitur Tórshavn Open, hví sluppu ikki allir teir føroysku telvararnir við?
Hvør í Føroyum følir seg egnaðan at taka hesa avgerð?
Nær fingu telvarar uttan altjóða ratingtal boðini um at sleppa at telva við?
Hetta var eisini ein avgerð frá Jákupi Mikkelsen og Rana Nolsøe. At henda avgerð heldur ikki hevur nakað grundarlag, sæst út frá hinum Visa Nordic Grand Prix-kappingum.
The 1st VISA Nordic Grand Prix:
Reykjavík International Open. March 2.?10. 1996
4 telvarar undir 2000 í styrkitali. 34 telvarar út av 65 vóru íslendingar. 52%
The 2nd VISA Nordic Grand Prix:
Copenhagen Chess Festival ¹96.
32 telvarar undir 2000 í styrkitali. 88 telvarar út av 179 vóru danir. 49 %
The 3rd VISA Nordic Grand Prix:
Arnold J. Eikrem Memorial 1996. Gausdal, Norway.
15 telvarar undir 2000 í styrkitali. 40 telvarar út av 66 vóru normenn. 61%
The 4th VISA Nordic Grand Prix:
Rilton Cup 1996?7, Stockholm
17 telvarar undir 2000 í styrkitali. 75 telvarar út av 120 vóru sviir. 63%
The 5th VISA Nordic Grand Prix.
Tórshavn Open, Faroe Islands.
2 telvarar undir 2000 í styrkitali. Ein uppá avboð. 11 telvarar út av 40 vóru føringar (28%) og 13 telvarar vóru danir (33%).
Eg haldi at tølini tala fyri seg.
Fíggingin til hesa kapping var enorm. Vónandi verður hon granskoðaraviðgjørd og almenna kunngjørd.
Í hesum døgum verður ársaðalfundurin hjá Talvsamband Føroya hildin. Væntandi er at Jákup Mikkelsen fer frá sum formaður vegna ov stóra arbeiðsbyru.
Tað hevur komið mær fyri oyrað at formaðurin í Dansk Skakunion, Søren Bech Hansen, var ovurfegin um kapacitetin hjá Jákup Mikkelsen at skaffa fram pening til kappingina. Hann verður allarhelst keddur um Jákup Mikkelsen fer frá. Sjálvandi, Tórshavn Open var jú ein fongur fyri danska telving!