Ein tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Um hálvgumtólv tíðina í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, tá hann greiðir frá døgnrapportini fyri seinasta samdøgrið. Hann sigur, at ein maður varð tikin, tí hann var undir illgruna fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Hann varð tí handtikin og blóðroynd varð tikin av manninum, sum síðani varð latin leysur aftur.

Vaktleiðarin sigur, at tað nú eru fleiri mál, har bilførarar koyra ávirkaðir av rúsevnum enn mál, har bilførarar koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Viðhvørt vísir tað seg tó, at bilførarar eru ávirkaðir av bæði rúsevnum og rúsdrekka og viðhvørt eisini av heilivági, sigur hann.

Annars hevur løgreglan hesa vikuna kanna ferðsluna við skúlar ymsa staðni í landinum, har tey kanna, um børn sita íbundin í bilinum, og um alt fer rætt fram, tá børn verða setta av við skúlar.

– Og tað sær gott út, sigur vaktleiðarin, tí har eru eingi mál skrivað.