Tikin fyri at koyra við ov høgari promillu

Í nátt var løgreglan í Sandoynni, og her varð ein bilførari tikin fyri at koyra við ov høgari promillu

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilførari varð handtikin í Sandoynni í nátt, tí illgruni var um, at hann koyrdi við ov høgari promillu.

 

Hetta var umleið klokkan 02.30 í nátt, og løgreglan sigur, at blóðroynd er tikin.

 

- Promillumarkið er lágt - bert 0,2, meðan tað er 0,5 í øðrum londum. Men, hesin bilførarin hevði ov høga promillum eftir okkara mátistokki.

 

Vaktleiðarin sigur, at tá bilførarin hevði givið blóðroynd, varð viðkomandi leyslatin aftur.

 

- Hvussu hetta málið tekur seg út, fer tíðin at vísa, tá vit hava fingið úrslitið av blóðroyndini, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.