07 Vestur hevur um vikuskiftið styrkt seg nógv til komandi kappingarár í Effo-deildini. Heimasíðan hjá felagnum skrivaði fyrr í dag, at sáttmáli var gjørdur við ukreinska leikaran, Kyrylo Silich, og í kvøld kunngerð felagið enn ein nýggjan útlendskan spælara.
Nýggi leikarin er 26 ára gamli serbiski leikarin, Nikola Krcmarevic, ið kemur til 07 Vestur úr svenska felagnum, Syrianska FC. Nikola Krcmarevic hevur undan tí eisini royndir úr griskum, og serbiskum fótbólti, umframt at hann er skrásettur fyri sjey U19 landsdystir fyri Serbia.
Nikola Krcmarevic er sentralur miðvallari, og hevur 07 Vestur sostatt við Kyrylo Silich og Nikola Krcmarevic styrkt seg við tveimum nýggjum miðvallarum. Afturat teimum báðum eru eisini Jón Krosslá Poulsen, Ndende Ademe Gueye, Gilli Samuelsen og Martin H. Dam komnir til 07 Vestur í vetur.
07 Vestur hevur í vetur sagt farvæl við Jákup Sveinbjørn Olsen, Gunleif Magnusarson, Sørin Nielsen, Pål Fjelde, Torstein Mýlingstind, Holgar Djurhuus og John Frederiksen.