- Ein útrætt hond frá Damanaki

Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, sigur seg vera styrktan í trúnni á, at tað ber til at finna eina samráðingarloysn í sildatrætuni millum ES og Føroyar.

Mikudagin í síðstu viku var Villy Søvndal á fundi við fiskivinnukommisserin hjá ES, Mariu Damanaki.

- Á fundinum gav Damanaki til kennar, at hon ynskir eina samráðingarloysn. Sammett við tær hvøssu útmeldingar í almenna rúminum, so fekk eg eina útrætta hond frá fiskivinnukommisserinum, sum tó vildi hava vissu fyri, at Føroyar eisini eru til reiðar til veruligar samráðingar, sigur Villy Søvndal við Rás2.

Ta vissuna fekk uttanríkisráðharrin, tá hann fyrrapartin hitti Kaj Leo Johannesen, løgmann, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

– Endamálið við fundinum í dag var at fáa vissu fyri, at Føroyar eisini vilja aftur til samráðingarborðið, og ta vissuna fekk eg, sigur Villy Søvndal við Rás2.

Danska stjórnin og landsstýrið hava orðað eitt felags bræv, ið verður sent fiskivinnukommisserinum ídag.

- Síðani rokni eg við, at partarnir hittast á fund, og at tað verður fyrsta dagin, sigur Villy Søvndal við Rás2.

Hoyr samrøðu við Villy Søvndal her: