Ein treytað frádøming og fleiri klipp fyri at koyra ov skjótt

Løgreglan fann fleiri syndarar í ferðsluni í gjár

 

Tá løgreglan máldi ferð við tunnilsmunnan í Kaldbaksbotni um middagsleitið í gjár vórðu tríggir bilførarar máldir at koyra ov skjótt. Tveir koyrdu 103 km um tíman og hin 102 km um tíman. Tað merkir, at allir fáa klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu meira enn 20 km um tíman ov skjótt.

Eisini á Marknagilsvegnum í Havn vórðu ferðmátingar gjørdar. Tað var um níggjutíðina í gjárkvøldið. Har vórðu tveir bilførarar, sum eisini fingu klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu 76 og 79 km um tíman.

 

Og í Leirvík var ein bilførari tikin um midnáttarleitið fyri at koyra 85 km um tíman, og tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum, tí hann koyrdi meira enn 30 km um tíman ov skjótt.