Ein umsókn til B6

Tað var ikki stórur áhugi fyri størvunum á B6, sum vórðu lýst leys herfyri, tá tær mongu sjúkrasystrarnar søgdu seg úr starvi.
Sjúkrahúsleiðslan søkti eftir nýggjum starvsfólki, har eisini onnur enn tey, ið høvdu útbúgving sum sjúkrasystrar høvdu møguleikan at søkja.
Tað varð í lýsingunum ikki sagt nakað um, hvussu nógv fólk tað varð søkt eftir, men talan var um fleiri størv.
Tað ber tó ikki til at siga, at áhugin fyri størvunum var serliga stórur. Bert ein umsøkn var til størvini á B6. Sostatt hevði tað verið ógvuliga torført at manna deildina, um ikki ein onnur loysn varð funnin á málinum.
Jóanis Erik Køtlum heldur fram í starvinum sum sjúkrahússtjóri til 31. mars.