Ein vanlukka fyri Vágsbygd

Fara fiskavirkini á heysin, verður tað ein vanlukka, tí so verður aftur líka øskukalt í Vági, sum tað var tey ringastu kreppuárini, sigur býráðsformaðurin

- Hetta er ein ólukka. Hetta hevur ein ómetaligan týdning fyri Vág. So fara virkini á heysin, verður tað ikki lukkuligt.

Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági er í døpurhuga um útlitini hjá vinnulívinum í Vági. Teir, sum eiga fiskavirkini í Vági, rópa varskó og neyðarróp.

Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, hevur tað almenna, løgting og landsstýrið, syrgt fyri, at kappingin í fiskivinnuni er so avlagað, at nógv av virkjunum hava ongan møguleika at standa, seg, men eru so logandi á veg á heysin.

Tað, sum ger kappingina so avlagaða, er, at tað almenna hevur stuðla summum virkjum so dyggiliga ígjøgnum Fiskavirking, Framtaksgrunnin og Sandoyarætlanina, at tey hava ongar, ella at kalla ongar rentur og avdráttir at betala.

Avleiðing er, at øll hini virkini, sum ikki eru uppi í hesum almennu stuðulsskipanunum, og sum tí skulu betela fullar rentur og avdráttir av íløgunum, hava ongan møguleika at klára seg

Millum tey virki, sum fíggja seg sjálvi, eru øll tey fimm fiskavirkini í Vági.Og støðan hjá teimum er nú so vónleys, at næsta summar eru tey øll farin á heysin, hendir ikki okkurt.

- Tað verður ein vanlukka fyri Vág, sigur Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági.

Vit spurdu hann, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri Vágsbygd um øll fiskavirkini í Vági fara á heysin.

Hann sigur, at fara virkini á heysin, verður støðan í Vági akkurát líka ring aftur, sum hon var tey ringastu kreppuárini.


Eini 60 fólk

Hann sigur, at tilsamans er ikki sørt arbeiði á hesum virkjunum, og tað hevur hartil víst seg at vera nokk so støðugt arbeiðið.

-Tilsamans arbeiða eini 60 fólk á hesum virkjunum og tey fáa milliónaupphæddir í løn um árið. So umframt, at tey kasta væl av sær í kommunukassan í skatti, føra tey nógv annað virksemið við sær, tí pengarnir fara í umfar í lokalsamfelagnum.

Somuleiðis hevur fiskivinnan stóran týdning hjá teimum virkjum, sum veita skipunum og virkjunum ymsar tænastur.

Býráðsformaðurin sigur, at hóast virkini hvørt sær eru smá, muna tey væl samanlagt.

Hann sigur, at honum dámar onki serligt gondina í fiskivinnuni.

-Fyrst legði Fiskavirking tað stóra flakavirkið í Vági stilt. Síðani brutu menn rygg fyri at fáa virki á føtur aftur. Hesi virkini hava ein stóran part av æruni fyri, at Vágsbygd er við at fóta sær aftur.Og tey vóru við til at geva vágbingum lívsviljan aftur, tí tey sóu, at tað bar til og at lat var ikki steindeytt.

- Men verða tað nú uppaftur onnur viðurskifti sum gera, at heldur ikki hetta ber til, kann alt gera tað sama, sigur Jógvan Krosslá.

Hann sigur, at tað kann neyvan vera kostnaðarstøðið, sum beinir fyri hesum virkjunum

-Virkini, sum nú eru í Vági, eru sera bílig og verða rikin so bíliga, sum yvirhøvur til ber. So ber hetta ikki til, veit eg ikki.

Hann sigur, at tað er nógv fyri, at tað almenna skal taka møguleikarnar frá privatu vinnuni at virka við at skjóta milliónir inn í summi virki, meðan onnur onki fáa.

-Tá ið tað almenna ger slíkan mismun á virkjunum, er tað heilt ómøguligt hjá teimum at klára seg, sum ikki eru sanerað, ella fáa rakstrarstuðul, ella hava fingið almenna hjálp til íløgurnar.

-Tað verður nógv tosað um fría kapping og frítt fyritakssemi. Tí er tað løgið at síggja, at sjálvt tað almenna gongur á odda at føra tann beint øvugta politikkin, tí tað, sum verður ført nú, er planbúskapur við lít.

- Virkini í Vági eru bygd so bíliga, og tey verða rikin so bíliga, at tey áttu at kunna kappast við hvønnsum helst

Hann sigur, at tað er ivasamt, hvat kommmunan kann gera fyri at hjálpa virkjunum.

- Men álvaratos, eg helt vit høvdu landspolitikarar í oynni, sum røktu okkara áhugamál. Og tað skuldi ikki verið nakar politiskur trupulleiki tí økismenning er eitt greitt, politiskt mál, sum tað stendur í sjálvum samgonguskjalinum, sigur Jógvan Krosslá.