Ein varandi og samhaldsføst pensjónsskipan

Floksting Tjóðveldisfloksins sigur í yvirlýsing, at flokkurin eigur at virka fyri eini varandi og samhaldsfastari loysn á pensjónsmálinum, og at tað skal verða ein grundlógartryggjaður rættur, at samfelagið tryggjar øllum eina pensjón, sum er hægri enn ta hon er í dag

Sveinur Tróndarson


Eins og nevnt varð í blaðnum fríggjadagin, hevði Tjóðveldisflokkurin floksting á Læraraskúlanum um vikuskiftið.

Longu undan flokstinginum vóru ábendingar um, at eitt nú pensjónsmálið kundi fara at elva til kjak og tað gjørdi tað eisini, men nokk ikki so nógv, sum fólk flest høvdu væntað.

Politikarar floksins greiddu frá teimum ætlanum, sum teir arbeiða við, og teir løgdu dent á, at tað ikki fyriliggur nakað endaligt uppskot í landsstýrinum um fólkatrygging. Harafturat lovaðu teir, at fundarfólkið skuldi fáa eina skitsu av hvussu politikarar floksins halda, at framtíðar pensjónskipanin eigur at síggja út.

Undan flokstinginum segði Høgni Hoydal í samrøðu við Sosialin, at tað var neyðugt hjá flokkinum at koma út við einum greiðum boðskapi á fleiri stórum og týdningarmiklum økjum, og júst hesin partur var eisini havdur á lofti av fleiri fundarluttakarum og sæst eisini aftur í yvirlýsingini, sum varð gjørd á flokstinginum.

Fullveldismálið fekk sjálvsagt eisini sína viðgerð, og tað tykist, sum tað er breið semja í Tjóðveldisflokkinum um, at fullveldismálið er á eini góðari kós.

Tó hevur tað stóran týdning, at tølini og upplýsingarnar koma á borðið, so tað kann komast víðari í hesum arbeiði var sagt á fundinum. Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman eftir at tølini eru komin á borðið, og tann týdningarmesti parturin er eftir øllum at døma, at skapa so breiða semju um málið, sum gjørligt.


Nýggj pensjónsskipan

Seinastu tíðina er tað nú ikki fullveldismálið, sum hevur fingið størstu viðgerðina, men hugskotini til eina framtíðar pensjónsskipan.

Í fjølmiðlum hevur verið sagt og skrivað, at Tjóðveldisflokkurin hevur skift støðu, og at hann nú gongur inn fyri uppskoti Fólkafloksins um eina fólkatrygging í staðin.

Hesum hevur flokkurin víst aftur, men hann hevur váttað, at tað verður arbeitt við at broyta pensjónsskipanina, alla sum hon er og á flokstinginum var eitt ítøkiligt hugskot lagt fram, sum vísir hvønn veg tað er Tjóðveldisflokkurin vil fara.


Byggja á tvær súlur

Eftir tí som kom fram á flokstinginum er ætlanin, at skipanin skal byggja á tvær súlur. Onnur verður kallað

Samhaldsfasti Fólkapensjónsgrunnurin og hin verður ein kravd pensjónsskipan fyri øll, sum hava lønarinntøku.

Samhaldsfasti Fólkapensjónsgrunnurin skal tryggja øllum pensjónistum eina grundarupphædd, sum skal verða eins fyri øll. Harafturat rindar grunnurin eina viðbót, sum verður minkað alt eftir hvussu stór inntøkan er hjá pensjónistinum. Tá henda inntøka kemur upp um eitt ávíst krónutal, fellur viðbótin burtur.

Inngjøldini til henda grunnin skulu koma frá løntakarunum og frá arbeiðsgevarum við eini helvt frá hvørjum. Inngjaldið í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, sum ætlanin er at broyta til Fólkapensjónsgrunn, er í løtuni 0,5 prosent frá hvørjum, og tað merkir at hetta inngjaldið skal hækkast munandi. Samstundis verður skattatrýsti minka í rímiligum samsvari við inngjaldingarkravið. Tað merkir, at løntakararnir fáa skattafrádrátt fyri inngjaldið.

Tann kravda pensjónsskipanin á arbeiðsmarknaðinum skal áseta eitt minstamark til eina eftirløn, sum allir løntakarar skulu hava. Kunnu fakfeløgini samráða seg til betri eftirlønarskipanir, so er tað bara enn betri, men tað skal ásetast eitt minstamark. Flokkurin sigur, at tað verða partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum avgera býti millum arbeiðsgevara og løntakara og um teir vilja fara upp um eitt minstamark. Tað skal setast eitt minstamark fyri inngjaldinum frá byrjan og skattingin av inngjaldinum verður sambært galdandi skipan við eftirlønarskipanum, var staðfest á flokstinginum.


Stevnumiðini

dagførast

Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum staðfesti eisini, at tað verður neyðugt at dagføra stevnumið floksins á fleiri týðandi økjum. Samstundis, sum staðfest var, at hetta ikki er nakað, sum verður gjørt eftir einum degi, varð avgjørt at seta bólkar at arbeiða víðari við júst hesum málinum.

? Tað hevur týdning, at vit dagføra okkara stevnumið, og hava greiðan boðskap at bera fólkinum, segði Finnbogi Ísakson millum annað í síni røðu.

Í blaðnum í morgin fara vit at fáa viðmerkingar frá hinum flokkunum, bæði í samgongu og andstøðu til tað, sum kom fram á flokstingi Tjóðveldisfloksins um vikuskiftið.