- Baðilandið í Vági bjóðar føðingardagsbarninum og gestunum vatnrutsjubreyt, tveir svimjihylar, baðidjór, stuttleika, rørslu, samveru og mangt, mangt annað – stutt sagt, ein minniligan og vátan føðingardag.
Soleiðis siga tey, sum skipa fyri í Páls Høll í Vági.
Føðingardagar í Páls Høll geva møguleika til eitt nú, at borðreitt verður við mati og drekka á balkongini, og síðan kunnu føðingardagsbarn og gestir skifta í svimjiklæðir og fara í svimjihylarnar.
- Kostnaðurin fyri at hava føðingardag í Páls Høll er 1.000 krónur, og tá hevur tú atgongd til høllina í hálvan annan tíma.
Lagt verður aftrat, at tey, sum kundu hugsað sær at leigað Páls Høll til næsta føðingardag, kunnu venda sær til hallarleiðaran á hallir@vagur.fo - ella á tlf. 285000.