Ein verkætlan sum er neyðug

Tá restin av landinum er bundið saman, so er hetta eisini ein verkætlan, sum er neyðug.

Tað segði Sólvit Nolsø, sum er umboðið hjá Framsókn í politiska fylgibólkinum í sambandi við Suðuroyartunnilin, á tíðindafundinum í Tinganesi í morgun.

Hann vísti á,a t semja var um at frem hesa verkætlanina, og vit vita øll, hvussu støðan er í Suðuroy.

Hann segði, at arbeiðið í fylgibólkinum hevur gingið væl, at tey hava kjakast nógv og eru komin til hetta, sum nú liggur á borðinum.

– Vit fáa meira at vita ítøkiliga um verkætlanina, so at vit sum Løgting seinni kunnu taka endaliga støðu á einum upplýstum grundarlag, tað er neyðugt, segði hann.

Sólvit Nolsø, sum er ættaður úr Dali, fegnaðist eisini um, at onnur viðurskifti enn sjálvur tunnilin eisini vóru við í verkætlanini og vísti á Sandslíð, sum ætlanin er at fara undir beinanvegin.