Eina lítla sigar - uppskotið til samtyktar

Týskvøldið fekk stjórnin ein »lítla sigar« frá Fólkatinginum. Niðanfyri er skrivaður uppskotið sum tað varð framlagt og samtykt.

Uppskot til samtyktar


Uppskotsstillarar: Pia Gjellerup (S), Aage Frandsen (SF), Bjørn Elmquist (RV og Frank Aaen (EL):


»Við støði í frágreiðingini frá kanningarnevndini í Føroya Banka-málinum staðfestir Fólkatingið:


­ at fyrrverandi stjórnin á heysti 1992 fastlegði ætlanir við Fíggingargrunninun frá 1992 og tí »tvørministeriella« Føroyabólkinum, sum legði lunnarnar undirtað komandi handfaringina av búskaparkreppuni í Føroyum,

­at tað er orsøk til kritik, at skiftandi stjórnir síðani heystið 1992, hava latið vera við, at geva føroyska landsstýrinum teir upplýsingar, sum danska stjórnin og embætismenninir fingu, herundir eisini tað seinu fráboðan um áheitanina frá Den Danske Bank,

­at hvørki tað føroyska landsstýrið ella tann danska stjórnin høvdu eitt fullfíggjað grundarlag fyri at góðkenna partaumbrævabýtið,

­at Fíggjareftirlitið hevur uppført seg soleiðis, at tað er ógreitt fyri onnur, hvønn leiklut Fíggjareftirlitið hevði í sambandi við partabrævaumbýtið, at tað vóru ymiskar uppfatanir um uppgávan var handilslig ella politisk, og at tann mátin, donsku myndugleikarnir hava handfarið málið um partabrævaumbýtið uppá, var ófullkomin og ikki nøktandi, og

­at Den Danske Bank gav Landsstýrinum upplýsingar um Føroya Banka, sum ikki vóru dekkandi fyri tað faktisku støðu bankin var í.


Fólkatingið tekur til eftirtektar, at stjórnin kannar um grundarlag er fyri einari tænastumannakanning av embætismonnum.


Fólkatingið heitir tí á stjórnina um í samarbeiði við Landsstýrið:

­at kanna møguleikan fyri at seta fram endurgjalddskrav mótvegis bankanum

­at arbeiða fyri einum betri samskifti millum danskar og føroyskar myndugleikar, og

­at uppafturtaka samráðingar um samlaðu skuldina, so at afturgjaldingin verður tillagað orkuni hjá føroyska búskapinum«