Einaferð var hon høllin mikla

Arbeiðið at gera tunlarnar á Kalsoynni er langt síðani liðugt, men uppruddingin av arbeiðsøkinum omanvert Mikladal verður í løtuni gjørt liðugt, millum annað er byggihøllin burtur. – Eg vænti, at vit verða lidnir í kvøld, sigur arbeiðsformaðurin Walther Thomassen.

Kalsoy: Tað eru ikki nógv hitastig í luftini her omanfyri bygdina í Mikladali seinnapartin í gjár.

Fjøllini er hvít nakað oman í líðina, og vátaslettingurin ger eisini um seg henda seinnapartin.

Hetta tykist kortini ikki at nerva teir arbeiðsmenninar, sum hesa løtuni stríðast við at rudda eitt arbeiðsøki hjá Landsverki við innkoyringina til tann norðasta tunnilin á Kalsoynni. Teir eru ídnir eftir at gera arbeiðið liðugt.

- Vit byrjaðu fyri eini 10 døgum síðani, og nú sæst ein endi á tí, sigur Walther sum arbeiðir fyri Landsverk.

Saman við arbeiðsmonnum úr oynni og tveimum av starvsfelagum sínum – Virgari úr Vestmanna og Sakariasi av Oyri – vóru teir í ferð við at taka skúrar og annað burtur, sum fyri 20-30 árum síðani varð brúkt til tunnilsarbeiðið í oynni.

- Alt skal ruddast burtur, og tað sum er eftir av tilfarinum skal slættast niður, greiðir hann frá.

Teir væntaðu at verða lidnir við hetta arbeiðið á Kalsoynni í gjár. Í dag bíðar eitt arbeiði eftir teimum í Vestmanna, og í næstu viku er ætlanin at fara til Suðuroyar at arbeiða.


Illa farin

Tað var eitt sera stórt framstig fyri kalsoyingar og samferðsluna annars, tá koyrandi varð millum allar bygdirnar í Kalsoy.

Eftir tógvið stríð og nógv orðaskiftið aftur og fram, varð farið undir hesar fýra tunlarnar, sum vórðu gjørdir í árunum frá 1979 til 1985 og sum eru góðar 5,5 kilometrar til longdar.

Til hesi arbeiðini varð sjálvandi neyðugt at hava alla ta neyðugu útgerðina – bæði tey stóru amboðini, ta góðu arbeiðsmegina og aðra útgerð, sum kravdist til hesi stórarbeiðini.

Millum hesa útgerðina er tann stóra arbeiðshøllin ella smiðjan omanfyri bygdina í Mikladali, og sum inntil í dag hevur staðið við munnan til tann norðasta tunnilin í oynni – tann millum Mikladal og Trøllanes. Tá farið varð um arbeiðstíð í gjár, var ikki nógv eftir av hesi stóru høllini.

- Høllin var nú so illa farin, og tí skal alt burtur, slær Walther fast.

Hóast koyrandi hevur verið gjøgnum tunlarnar í mong ár, eru teir ikki fullkomuliga lidnir enn. Innan í teimum vanta ymisk arbeiði at gera, eins og portalarnir heldur ikki eru gjørdir allastaðni.


Restirnar

Henda smiðjan omanvert Mikladal hevur langt síðani tænt fyri seg, men hevur ikki verið í brúki í eina tíð.

Í ódnarveðrinum herfyri byrjaði hon líkasum at geva eftir fyri náttúrukreftunum. Onkrar plátur losnaðu og menn óttaðust fyri, at hon fór at detta niður, soleiðis at alt fór at fúka íkring í vindinum.

Tí varð snøgt sagt tikin avgerð um at taka hana niður. Tað var júst hetta arbeiðið sum Walther og hansara menn vóru í ferð við at enda í gjár.

Seinnapartin í gjár var trupult at fáa eyga á, at nøkur høll hevði staðið her. Eitt knúsiverk – ella restirnar av tí – standa eftir, nakrar maskinur, skúrar og tílíkt, men í næstum verður alt hetta eisini tikið burtur.

- Nú royna vit at fáa beint hetta burtur, sigur Walther við Sosialin.


Lidnir í kvøld

Hetta arbeiðið at rudda eina slíka byggihøll burtur, er ikki júst tað sum Walther og hansara menn gera mest av.

Teirra høvuðsarbeiði er luttøka í asfalteringini av teimum føroysku vegunum, tá hetta fer fram summarhálvuna.

- Vit vóru tøkir beint nú, og fóru so í holt við hetta arbeiðið á Kalsoynni, greiðir Walther og sum annars býr á Streymnesi.

Hesa løtuna, vit hittu Walther við skeribrennara í hond, nú hann var í ferð við at brenna seg ígjøgnum nakað av jarni, meðan hinir menninir gjørdu klárt til lastbilin, sum kundi koma hvørja løtu.

Hesin lastbilurin hevði verið har stutt frammanundan og var farin avstað aftur fullsettur av gomlum jarni. Nú skal næsta lastin fyllast og fleiri við henni.

Saman við tveimum arbeiðsmonnum úr oynni hava teir arbeitt við at rudda økið hesa seinastu tíðina, men nú sæst ein endi á hesum.

- Vit verða lidnir við okkara part í kvøld, og so fara hinir báðir at rudda restina, sigur Walther.



Asfaltarbeiði er summararbeiði

Veturin er ikki tíðin, tá føroysku vegirnir verða asfalteraðir. Tað arbeiðið verður einans gjørt um summarið.

Sum skilst á Waltheri er ætlanin at leggja til brots aftur við asfalteringini í apríl mánaði.

Í løtuni verða ymisk arbeiði gjørd á asfaltverkinum hjá Landsverki í Hundsáarbotni, og tá hesi eru liðug, verður klárt at fara undir at asfaltera kring landið.

Hetta asfaltverkið framleiddi okkurt árið 108.000 tons. Hetta var met. Árliga framleiðslan hevur ligið millum 70.000 - 90.000 tons árliga.

Kundarnir hjá asfaltverkinum eru umframt Landsverk, eisini kommunur og entreprenørar.