Vitjan
Føroyingar vilja fegnir føra seg fram sum ferðavinnutjóð. Og vit vísa altíð á, at tað er náttúruna, vit skulu vísa fremmandum gestum, sum koma hendanveg. Men so má náttúran eisini vera nakað at vísa.
Men at hon verri enn so altíð er tað, er skjótt at sanna, tá ein ferðast á føroysku vegunum. Og tað sum verri er, er at tað gingið verður í haganum, er mangan, at sannað verður, at heldur ikki her eru vit nakrar fyrimyndir soleiðis.
Satt er tað, at frá Skaparans hond er føroyska náttúran avgjørt verd at sýna fram. Men so má hon eisini haldast í tí líki, hon er latin okkum. Og viðhvørt er eisini neyðugt at geva Skaparanun eina hjálpandi hond, tá talan er um at taka burtur aftur slíkt, sum liggur á støðum, tað ikki átti at ligið. Eisini hóast tað er slíkt, sum vanliga hevði forgingið í náttúruni.
Men hendan dagin, Sosialurin var ein túr á Hellunum, lá eitt ræð av einum deyðseyði á vegnum. Mitt á einum víkiplássi á almenna koyrivegnum innan fyri bygdina, lógu rovini av tí, einaferð hevði verið eitt livandi kríatúr.
Og tað hevði ligið leingi. Roðið var mestsum heilt og helt beinunum saman, hóast tey annars vóru ber innanundir. Ull var eingin eftir, og kjálkabeinini lógu aftan fyri ræðið.
Her er hetta vanlukkudýrið so deytt. Kanska yvirkoyrt. Men er bara sloppið at liggja her sum ein skomm, fyri at siga tað, sum tað er.
Kann vera, at eigarin hugsar sum so, at nú skal tað liggja til ávaring fyri tey, sum koyra eftir vegnum. Men tað er vánalig hugsan, um so er. Tí slíkt má takast burtur, so tað ikki liggur fyri fólkeygum og lítur annars reina og vakra umhvørvið.
Eitt er so tað, náttúran leggur eftir seg, og vit kunnu hjálpa henni við at forkoma.
Men alt tað órudd og skrambul, vit sjálv blaka frá okkum í nátúruna, er ógfyrigevilig synd móti henni.
Rættiliga vanligt er á gongutúrum millum bygdir, fram við vøtnum og á fjøllum, at finna bæði pappír, plast og ikki minst fløskur. Bæði heilar og brotnar.
Og tað skuldi verið revsivert at blakað slíkt frá sær. Tað lítur og er í fleiri førum til beinleiðis skaða hjá tí, sum í haganum livir.
Tað er rættiliga fantastiskt, at tað skal bera til at bera eina fulla fløsku við hvørjum tað nú kann vera, langan veg frá húsum, men ikki heimafturHon er tó lættari tóm enn full!