Í vekt var samlaða veiðan av toski 674 kg. Hetta svarar til eina miðalveiðu, ið er 23 kg av toski hvønn fiskitíma, sum er ein minking uppá 2 % samanborið við veiðuna í fjør. Støðan hjá toskinum á Bankanum er sostatt vánalig. Og hon bara versnar. Nú skulu ikki so nógvir fingrar til, at telja toskarnar, sum fingnir verða. Í heyst-yvirlitstrolingini 2007 fekk Magnus Heinason 147 toskar og í 2006, 163 toskar. At støðan er vánalig, sást eisini aftur á fiskiaktivitetinum á Bankanum. Teir 5 dagarnar, sum Magnus Heinason royndi á bankanum, var einki annað fiskiskip at síggja á Bankanum, hóast línubátarnir høvdu loyvi at royna har. Og tað sigur helst ikki so lítið, skrivar www.frs.fo.
Konditiónsfaktorurin sigur okkum, hvussu feitur fiskurin er. Hægri hetta talið er, feitari er fiskurin. Í september mánað í ár var konditiónsfaktorurin á føroyabankatoskinum 1,08. Hetta er 4% hægri enn somu tíð í fjør, tá konditiónsfaktorurin var 1,04. Føroyabankatoskurin er sostatt betur fyri nú, enn somu tíð í fjør.
Nøgdirnar av hýsu og upsa minka eisini
Nøgdin av hýsu og upsa minkar framvegis. Miðalveiðan av hýsu hendan túrin var 59 kg pr. fiskitíma, móti 92 kg árið fyri. Hetta er ein minking uppá 36%, samanborið við 2006 og einans 26% av veiðuni í 2006. Samlaða veiðan av upsa var 293 kg, sum svarar til 10 kg fyri hvønn fiskitíma. Hetta er 49% minni enn upsaveiðan í 2007 og einans 3% av veiðuni í 2003.
Hóast minking í veiðuni, kunna vit tó fegnast um, at bæði hýsan og upsin vóru feitari í ár enn fyri einum ári síðani. Miðal konditiónsfaktorurin hjá hýsuni var 1.3% hægri hendan túrin og hjá upsanum var hann 4% hægri enn fyri einum ári síðani.