Einar javnar, kappingarførar og frælsar Føroyar

Yvirlýsing frá flokstingi Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoy 2006

Flokstingið staðfestir:
 
1        at sitandi samgonga hevur sett allan politikk, hugsjónir og framtíðarvisjónir handan politisku leiktjøldini í Tinganesi og uttan fyri ávirkan hjá vanligum fólki.
2        at ABC-samgongan hevur bundið føroysku tjóðina niður mótvegis umheiminum við at samtykkja danska lóggávu, ið setur okkum aftur um heimastýrislógina og forðar føroyingum at mennast í altjóða samfelagnum.
3        at sitandi samgonga økir um stættamunin millum fólkið og millum ymsu økini í Føroyum við asosialum skatta- og avgjaldspolitikki og vantandi rættartrygd hjá førleikaskerdum fólki, útlendingum og øðrum, ið ikki fáa vart seg mótvegis myndugleikum.
4        at ABC-flokkarnir hava ongan sosialpolitikk ella økismenningarpolitikk, ið kann minka um stættamunin í Føroyum.
5        at Tjóðveldisflokkurin framvegis skal standa á varðhaldi og tryggja, at sitandi samgonga ikki selir almennar ognir uttan nakra greiða ætlan um, hvussu føroyska samfelagið og fjøldin fær virðisøking og gagn burtur úr sølunum - og tryggja eina ætlan fyri, hvussu peningur frá einskiljingum skal nýtast
 
Flokstingið fegnast um, at føroyska vinnan og føroyska mentanarlívið kortini gongur beint ímóti politisku ómegdini og roynir at spreingja teir trongu politisku karmarnar og skapa bæði virðisøking og menning í Føroyum.
 
Flokstingið vil:
 
1        at Tjóðveldisflokkurin vinnur seg aftur í landsins leiðslu sum skjótast og vinnur á politisku líkasæluni
2        at Tjóðveldisflokkurin roynir at fáa mest møguliga ávirkan á tey uppskot, ið landsstýrið leggur fram um einskiljingar, so at endamálini um ein sjálvberandi búskap, virðisøking í Føroyum og eitt kappingarført vinnulív í Føroyum, verða rokkin
3        at inntøkur frá einskiljingum verða settar í Búskapargrunn og nýttar til íløgur í útbúgving, mentan og gransking
4        at Tjóðveldisflokkurin í andstøðu heldur fram at leggja síni alternativu uppskot fram og tryggjar, at tjóðveldispolitikkur setur dagsskránna í Føroyum, m.a. við uppskotum um:
 
·        útbúgving til ófaklærd
·        útjavningarskipan millum kommunur
·        almennan fiskidaga- og loyvisbanka, ið kann støðga spekulasjón í fiskivinnuni
·        pensiónsskipan fyri øll á arbeiðsmarknaðinum og bøtta fyritíðarpensjón
·        sosialpolitisk framtøk fyri førleikaskerd í Føroyum
·        rættvísan skatta- og avgjaldspolitikk 
·        føroyska løgreglu, rættarskipan, útlendingapolitikk og familjurættarlóggávu
·        íløgur í miðnámsskúla- og hægri útbúgvingar
·        íløgur í mentan og ungdómspolitisk tilboð
 
Tórshavn hin 31. mars og 1. apríl 2006
Tjóðveldisflokkurin