Rúsdrekka
Hóast einki uppskotið er lagt fyri Løgtingið enn, so hevur tað nú í eina tíð ljóðað, at eitt uppskot er á veg, sum skal broyta avgjøldini á rúsdrekka í Føroyum. Málið hevur flutt seg eitt sindur ímillum Vinnumálastýrið og Fíggjarmálastýrið.
Eftir ætlan skal avgjaldið á sterkaru sløgunum av rúsdrekka hækkast. Hinvegin skal vín og partvíst eisini øl gerast bíligari. Øl við alkoholprosentinum 5,8 (gull øl) fer at kosta tað sama, tí avgjaldið verður óbroytt. Avgjaldið á pilsnara øli við 4,6 % alkoholi verður broytt, soleiðis at hetta ølið verður bíligari. Her er talan um, sambært Einar Waag, eina avgjaldsbroyting upp á 80 oyru fyri hvørja fløsku. Avgjaldið á víni verður so mikið nógv lækkað, at tað væntandi verður einar 12-14 kr. bíligari at keypa eina vínfløsku.
Av tí sama kann roknast við, at føroyingar fara at keypa og drekka meira vín enn áður, men hinvegin verður tað dýrari at keypa sær brennvín, soleiðis at færri føroyingar fara njóta tílíkar drykkir.
Í 1992 fingu Føroyar eina rúsdrekkalóg. Fyrsti greinin í hesari lóg er soljóðandi:
§ 1. Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.
Tað er sama lóg, sum ásetur, at Rúsdrekkasøla landsins skal setast á stovn og vera einasti innflytarin. Tann førdi politkkurin í Føroyum, sum m.a. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur staðið fyri, gongur eisini út upp á, at føroyingar skulu drekka so veikt rúsdrekka sum gjørligt. Og hetta má eisini sigast at ganga tann rætta vegin, nú avgjøldini á teimum sterkaru sløgunum eftir øllum at døma minka.
Hagtøl, sum Sosialurin hevur fingið hendur á, siga, at gongdin seinastu árini hevur verið soleiðis, sum myndugleikararnir hava sett sær fyri. Hóast hesa gongd, so verða tað eftir æltan framvegis gjørdar broytingar.
Diskriminera
Ein teirra, sum er alt annað enn fegin um ætlaðu broytingarnar, er Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, ið eigur størsta partin av søluni av øli í Føroyum.
Í einum skrivi, sum hann og táverandi stjórin fyri Restorffs bryggjarí, Lena Mørk, hava sent Landsstýrinum, verða ætlanirnar viðvíkjandi avgjøldunum harðliga mótmæltar.
Víst verður m.a. á, at avgjøldini á øli ikki fylgja broytingunum á øðrum sløgum, og hetta bryggjaríini vera rættiliga órættvíst.
Einar Waag sigur í samrøðu við Sosialin, at talan er um mismun, einki minni.
?Vinnumálastýrið eigur ikki at hava nakað við hetta at gera í fyrstu atløgu, og teir gera mismun á okkum og teimu, ið innflyta vín, sigur Einar Waag.
Hann er ógvuliga keddur um, at øli hjá teimum nú verður ringari stillað yvirfyri víninum.
Einar heldur, at tað vit hava lyndi til at gloyma, at vín jú inniheldur nógv meira alkohol enn øli, sum sambært galdandi lóg ikki kann innihalda meira enn 5,8 prosent. Føroya Bjór hevur fleiri ferðir søkt um at framleiða sterkari øl við atliti at útlendska marknaðinum, men hetta hevur ikki verið politiskur vilji fyri.
Arbeiða ímóti
Tolið hjá Einari Waag er eftir øllum at døma við at vera uppi.
?Vinnumálastýrið spyr ikki vinnuna eftir. Tað er bert fyribyrgjandi myndugleikararnir, sum sleppa at sina sína hugsan. Tað kenninst sum um, at teir arbeiða ímóti bryggjaríunum í hesum málinum, sigur Einari Waag.
Hann leggur aftur, at hetta fer at kosta hjá teimum.
?Vinnumálastýrið tekur við hesum stiginum ein stóran part av grundarlagnum undan okkum, sigur Einar Waag, og hann sigur samstundis, at teir selja umleið helvt um helvt gull og pilsnar. Hann væntar, at sølan av gull øli fer at minka munandi, og hetta kann fáa álvarsligar fylgjur.
Sambært Einari skal ein Vín lobby vera upp á spæl í hesum málinum. Henda lobby hevur til endamáls at skipa soleiðis, at vín verður bíligari at keypa.