- Hetta er einasti mátin, skal Skálafjarðartunnilin gerast veruleiki næstu 20 árini.
So avgjørdur er Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sum hósdagin í næstu viku fer at skriva undir sáttmála við eitt privat felag um at gera, eiga og reka Skálafjarðartunnilin.
Sosialurin veit frá álítandi keldum, at privata felagið hevur tryggjað sær rætt til eitt avkast á 9,8 prosent av íløguni. Eisini hevur felagið tryggjað sær einkarætt til hesa farleið, ið av Landsverki og aðrari serfrøði verður mett sum potentielt, størsta inntøkukelda í føroyska samferðslukervinum.
Einkarætturin verður í 30 ár, og kann harafturat leingjast fýra ferð við fimm árum hvørjaferð. Also ein einkarættur á 50 ár til at eiga og reka farleiðina.
Kári P. Højgaard vil tó als ikki gera viðmerkingar til hesar bindingar í einum komandi sáttmála við privata íleggjaran. Tað er eitt krav frá privata íleggjaranum, at allar samráðingar fara fram í fullum trúnaði, sigur landsstýrismaðurin.
Sambært Kára P. Højgaard vil ætlanin við Skálafjarðartunnlinum ikki avmarka møguleikarnar hjá almennu Føroyum at gera aðrar samferðsluútbyggingar.
- Nei, samferðsluætlanin hjá Landsverki kann fult og heilt brúkast frameftir, og almennu Føroyar kunnu byggja samferðslukervið út eftir hesum leisti. Tó er sjálvsagt, at vit mugu ikki broyta fortreytirnar soleiðis, at tær taka grundarlagið undan íløguni í Skálafjarðartunnlin, sigur Kári P. Højgaard.
Privata felagið bindir seg einans til at knýta Skálafjarðartunnilin í verandi vegakervi. Aðrar útbyggingar, eitt nú nýggjan innkoyringarveg til Havnar ella nýggjan veg eftir eystara armi á Skálafjørðinum, má landið taka sær av.
Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard her: