Eindarlistin størri enn SF

Tann lítli flokkurin úti á danska vinstravonginum, Eindarlistin, er ikki so lítil longur, og í einari nýggjari meiningakanning hjá Politiken er flokkurin fyri fyrstu ferð størri enn Sosialistiski Fólkaflokkurin.

Meiningakanningar í seinastuni hava víst, at SF hevur mist nógvar veljarar, síðani stjórnin varð skipað, samstundis sum Eindarlistin hevur fingið fleiri veljarar. Úrslitið sæst aftur í kanningini hjá Politiken, tí har fær SF 7,0 prosent, meðan Eindarlistin fær 7,5 prosent.

Tann nýggja kanningin vísir eisini, at Tey Konservativu eru farin at nærkast minstamarkinum fyri umboðan í Fólkatinginum. Hevði val verið nú, hevði flokkurin fingið 3,3 prosent av atkvøðunum.

Samanlagt gevur kanningin hjá Politiken stjórnarflokkunum og Eindarlistanum 48,2 prosent og andstøðuni 51,8 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið nú. Munurin er heldur minni enn í einari kanning fyri nøkrum døgum síðani.