Hondbóltsdómarar
Tað er ikki sørt, at tað skapti nakað av røringi í, tá vit í týsdagsútgávuni umrøddu hendingina á Skála, har eingin dómari møtti til dystin millum kvinnuliðini hjá StÍF og Søljuni.
Í greinini skrivaðu vit, at eitt teldubræv vanliga verður sent bæði dómarum og feløgum, men at tað síðani eru feløgini, sum endaliga boða dómarunum frá, hvussu dystirnir verða avgreiddir.
Trupulleikin sunnudagin tykist eftir øllum at døma at vera tann, at umrødda teldubrævið ongan tíð er komið fram til røttu móttakararnar. Formaðurin hjá StÍF, Andrass Danielsen, er sum so ógvuliga fáorðaður um hendingina, men millum reglurnar í tí, sum sagt verður, tykist tað standa heilt greitt, at tað so ikki er StÍF, sum skal lastast fyri hendingina.
- Tað er einki uppbyggjandi fyri hondbóltin at fara út í fjølmiðlarnar at viðgera eitt mistak, sum hent er. Og tað ætli eg mær heldur ikki.
- Men tá sagt verður, at hjá StÍF skuldi onkur klokka ringt, so er tað rætt ? Og hon ringdi eisini longu fyrstu ferð átta-níggju dagar undan hasum dystinnum. Longu tá varð tosað fyrstu ferð við rætta viðkomandi um hetta teldubrævið, sum ikki kemur.
- Annað ætli eg mær ikki at siga um hetta mál, sigur StÍF formaðurin at enda.
Dómarar vistu einki
Sostatt tykist formaðurin hjá StÍF at siga meira ella minni beinleiðis, at ábyrgdin fyri mistakið skal finnast hjá Hondbóltssambandinum, og tað er so á ongan hátt nakað, sum verður avvíst av TB, har teir báðir dómararnir eru heimahoyrandi.
Haðani eru boðini, at einki teldubræv við dómaraásetingum er komið. Hvørki til felagið ella til dómararnar sjálvar. Sendi telduposturin úr Hondbóltssambandinum sýnir annars, at ein av móttakarunum er makin hjá øðrum av dómarunum, men sambært TB er her talan um eina adressu, sum fyri langari tíð síðani er strikað. Nakað sum HSF eisini hevur fingið boð um fyri langari tíð síðani, verður sagt.
Má ikki henda
Eftir stendur so kappingarnevndin hjá HSF, sum eftir øllum at døma eigur svartaper í hesum spælinum. Og á pappírinum er tað eisini staðfest, at tað í øllum førum eru tey, sum standa við ábyrgdini fyri, at dómarar, tíðtakarar og skrivarar eru til einstøku dystirnar.
Og soleiðis sum málið tykist liggja nú, so er einki at ivast í, at tað eisini er HSF, sum hevur ábyrgdina av, at boðini til dómararnar og heimaliðið ikki komu fram í førinum, sum viðvíkur dystinum millum StÍF og Søljuna. Og hvat verri er, so tykist tað eisini so, at hetta ikki er fyrstu ferð, at slíkt mistak hendir, og tað enntá aftaná, at felag hevur gjørt vart við hetta.
Hvussu er og ikki, so munnu flestu hondbóltsáskoðarar kring landið standa spyrjandi eftir hendingina á Skála, har tvey lið møta til dyst, sum kortini ikki kann spælast. Og tað kann so undir ongum umstøðum góðtakast, at slíkt skal kunna koma fyri í fremstu hondbóltsdeildini.
Eftir er so bert at vóna, at hetta fer at viðvirka til, at líknandi tilburðir kunnu endurtakast framyvir. Og annars mugu StÍF og Søljan finna eina nýggja dystaráseting sínamillum.