Eingi spor eru eftir Peerstaat Isaksen í Qaqortoq

Hildið verður fram við at leita eftir 35 ára gomlu kvinnuni, sum sporleyst hvarv í Qaqortoq í november.

 

 

 

Peerstaat Isaksen varð seinast sædd í Qaqortoq hin 22. november millum klokkan 22 og 23.

Tað var hin 22. november í ár, at 35 ára gamla kvinnan, Peerstaat Isaksen, hvarv í grønlendska býnum, Qaqortoq.

 

Kvinnan er framvegis ikki komin afturíaftur, og Grønlands Politi sigur, at teimum vantar spor at fylgja í málinum.

 

Løgreglan sigur, at dúgliga hevur verið leitað út frá teimum upplýsingum, tey hava frá fólki í býnum.

 

Sum skilst, hevði hin 35 ára gamla ongan fastan bústað, men plagdi at gista hjá familju og vinum.

 

Løgregluleiðarin í Qaqortoq, Søren Arnth Hansen, sigur við Sermitsiaq, at tey hava fingið ymiskar fráboðanir, sum tey hava fylgt upp, men enn hava hesar fráboðanir ikki ført til, at kvinnan er funnin. 

 

- Vit hava eingi ítøkilig spor í løtuni, sum vit ikki hava fylgt upp, leggur løgregluleiðarin aftrat.

 

##med2##

 

Løgreglan sigur, at higartil eru eingi spor, sum kundu bent á, at nakað kriminelt er hent í málinum, men í løtuni kunnu tey heldur ikki útiloka, at ein illgerð kann vera framd.

 

Seinastu upplýsingarnar um Peerstaat Isaksen eru, at hon varð sædd mánadagin hin 22. november millum klokkan 22 og 23 í Qaqortoq.

 

- Vit heita framvegis á borgarar, sum kunnu hava onkrar upplýsingar um kvinnuna, um beinanvegin at venda sær til løgregluna, sigur løgregluleiðarin í Qaqortoq, Søren Arnth Hansen, við Sermitsiaq.

 

 

 

Peerstaat Isaksen varð seinast sædd í Qaqortoq hin 22. november millum klokkan 22 og 23.

Hon hevði ongan fastan bústað, men svav hjá familju og vinum.