Eingin áhugi at keypa partabrøvini Smyril-Line

Nakrir keyparar høvdu áhuga, men eingin bjóðaði

Í vár fekk løgmaður heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Faroe Law, Numo og Kamaradvokatirin Poul Schmith vunnu útboðið hjá Løgmansskrivstovuni um at standa fyri søluni.

 

– Tilgongdin er nú komin at enda, og niðurstøðan er, at eingin søla verður á hesum sinni av partabrøvunum, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð upp á partabrøvini, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Landsstýrið fer í næstum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við partabrøvunum.